– Hetta er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið sína tíð at fremja, og tað hevur eisini verið ein drúgv og krevjandi bíðitíð hjá teimum mongu, sum hava sín dagligdag á skúlanum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu á heimasíðuni hjá kommununi.
– Tí verður tað ein sannur gleðidagur leygardagin, tá vit fyri fyrstu ferð fara at lata dyrnar upp fyri borgarum okkara og bjóða inn til at síggja og uppliva henda vakra og nútímans skúla, sum vit øll nú eiga á Skúlatrøð, sigur hann.
Rundsýningin í nýggja skúlabygninginum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu fara á heimasíðuna www.klaksvik.fo og melda seg til. Rundsýningin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.
100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundferð, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti í nýggju stásiligu miðhøllini, har borgarstjórin bjóðar vælkomin, og stuttar heilsanir frá skúlastjóranum og øðrum verða vístar.
Sum vanligt er, so er tað Føroya biskupur, sum vígir skúlabygningin, og soleiðis verður tað eisini leygardagin 30. mai. Men orsakað av korona-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Tó verður vígslan stroymd á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og hava øll tískil møguleika at fylgja við har.