Vísa bilar fram á Tvøroyri

Leygardagin og sunnudagin verður stór bilaframsýning á Tvøroyri

Í morgin og sunnudagin verður stór framsýning av bilum í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Tað er Gamlaársnevndin á Tvøroyri, sum skipar fyri framsýningini

Hetta er ein tann størsta bilaframsýning í Suðuroynni nakrantíð. Sjey av teimum stóru bilasølunum í landinum verða við og tilsamans fara tær at vísa yvir 20 ymisk bilamerki fram.

Teir, sum fara at vísa fram eru: Bilfríðkan, Johs. Berg, Nordbil, Ivan Johannesen, Esmar Simonsen, DB-Bilar og Wenzel Petersen.

Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin frá kl. 14-20

Gamlaársnevndin er eisini í holt við at fyrireika eina neytamykjukapping, har vinningurin er ein fyrsta floks trý ára gomul kvíga. Eykaviningar eru ein veðrur og ein gás.