Vísa sín stuðul til Pussy Riot

Føroysk listafólk, Listinblog og Amnesty International Føroya deild varpa í felag ljós á talu, framsøgu- og savningarfrælsið í Russlandi, haruppi í rættin til listarligt frælsi.

Hetta tiltak verður fríggjadagin hin 12. oktober klokkan 18-20 í Mannarættindarúminum á Kongabrúnni í Tórshavn.

Tær tríggjar kvinnurnar í russiska feministiska punkbólkinum, Pussy Riot, Maria Aljokhina, Nadjesjda Tolokonnikova og Jekaterina Samutsevitj vórðu fyrr í ár handtiknar og dømdar tvey ára fongsulsrevsing fyri “ótýggj (hooligamismu) grundað á átrúnarligt hatur” - fyri at framføra ein atfinningarsaman sang móti Vladimir Putin í eini kirkju í Moskva.

Amnesty metir dómin vera politiskt grundaðan og krevur, at kvinnurnar verða leyslatnar alt fyri eitt.

Amnesty vísir samstundis á, at Russland hevur sett í verk eina røð av avmarkingum í mun til tali- og savningarfrælsi sum aftursvar til stóru mótmælisgongurnar í vár, tá Vladimir Putin varð settur í embæti sum forseti. Rættarmálið móti Pussy Riot er eitt av mongu dømunum um, hvussu russiska stjórnin kúgar andstøðingar og samfelagsrevsandi røddir.

Málið um Pussy Riot hevur fingið stórt uppmerksemi kring heimin, tí tað snýr seg um nakað so yvirskipað og grundleggjandi sum talufrælsið, politiskt- og listarligt frælsi, og við slagorðum sum “Óttast ikki listina, Putin” og “Bjargið heiminum við list” hava eitt ótal av listafólki víst sín stuðul til Pussy Riot.

Listinblog hevur tikið stig til eitt samhugatiltak her í Føroyum og hevur eggjað listafólki at vísa teirra stuðul.

Amnesty Føroya deild fegnast um tiltakið, og fleiri listafólk hava tikið av hesi áheitan. Úrslitið eru 25 fantastiskar og litlíkar Pussy Riot myndir, ið verða savnaðar til eina framsýning. Myndirnar eru sendar sum talgildar stuðulsáheitanir til tær tríggjar kvinnurnar, sum í løtuni sita í varðhaldi.

Almenn fernisering verður tann 12. oktober klokkan 18 í Mannarættindarúminum á Kongabrúnni, har øll eru hjartaliga vælkomin. Myndirnar verða til sølu og yvirskotið fer til Amnesty International Føroya deild.

Luttakandi listafólkini eru Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Andrea Heindriksdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Bárður Dal Christiansen, Bárður Oskarsson, Brandur Patursson, Carl Jóhan Jensen, Det Ferösche Compagnie, Elin Brimheim Heinesen, Elin Josefina Smith, Fríða Matras Brekku, Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, Gudmund Helmsdal Nielsen, Hansina Iversen, Herdis Jakobsen, Ingi Sørensen, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Knút Háberg Eysturstein, Leivur Thomsen, MC-Hár, Rakel Helmsdal, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen, Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sakaris Fríði Stórá.

Í sambandi við framsýningina varpar Amnesty International eisini ljós á talu, framsøgu- og savningarfrælsið í Miðeystri og Norðurafrika.

Framsýningin verður opin allar gerandisdagar frá klokkan 10-15 fram til 26. oktober 2012.

Tað eru listafólk, listinblog og Amnesty International Føroya deild, sum standa aftan fyri hetta tíðindaskriv.