Analysa
Rógvi Nybo
Eirikur í Jákupsstovu
Rigmor Dam
--
Hvønn tann evig einasta dag fáa vit her á redaktiónini desperatar áheitanir frá føroyingum, sum ikki vita sær síni livandi ráð, tí tey eru so har rakt av ógvusligum sparingum og sonevndum umleggingum á almanna- og heilsuøkinum.
VIT hoyra um: Pensionistar, sum droppa heilivágin, tí hann er vorðin ov dýrur. Familjudeildina á Barnaheiminum, sum bara varð niðurløgd. Menningartarnað, sum uttan ávaring verða tikin heim av donskum bústovnum. Fólk við skerdum førleika, sum missa rættin til stuðlar. Krabbameinssjúklingar, sum ikki longur fáa fylgjara við á Ríkissjúkrahúsið. Diabetessjúklingar, sum hava mist rættin til fótarøkt. Dement, sum mugu rinda túsundtals krónur fyri heilivág. Menningartarnað, sum verða flutt millum búpláss uttan ávaring… og vit kundu blivið við og við og við..
Vit hava loyvt okkum, at vísa á nakrar fáar av teimum mongu avleiðingunum, sum politikkurin hesar seinastu mánaðirnar hevur havt við sær.
Hjá okkum, sum sita hinumegin borðið, tykist tað sum, at arbeitt verður uttan mál og mið. Veikastu borgarar landsing hava ikki uppiborið slíka viðferð, sum elvir til bæði ótryggleika og ørkymlan.
Hetta kunnu tit ikki bjóða fólki.
Og tá tit politikarar, sum hava ábyrgdina av øllum hesum ruðuleikanum, lesa Sosialin í dag, venda tit helst fyrst vreiðina móti okkum. Tað gera tit so ofta, tá miðlarnir fortelja tykkum sannleikan. Aftan á peika tit eftir hvørjum øðrum, fyri á tann hátt at tváa hendur tykkar.
Men okkara vón er, at tit heldur taka á tykkum leiklutin sum verjar hjá teimum veikastu føroyingunum.
Takið ábyrgd og vísið tykkum sum rættar menn – ella røtt konufólk.
--
Fólk við breki
VIT hoyra, at stuðlar hjá bæði menningartarnaðum og rørslutarnaðum, ikki longur verða settir í starv. Tað vil siga, at sigur ein stuðul upp ella verður sjúkur, so fær menniskjað, ið ber brek, onga hjálp.
Samstundis sum nógvir av møguleikunum, sum bera brek eru skerdir munandi, tí tey ikki kunnu hava stuðulin við sær.
Millum annað er ikki longur møguleiki at hava stuðul við til serstakar dagar, so sum legurnar fyri brekað í Nesvík og á Zarepta. Eisini í gerandisdegnum hevur hetta við sær, at fólk við breki ikki sleppa út. Tey sleppa ikki til fótbóltsdystir, til sjónleik og so framvegis.
Treytirnar hjá stuðlunum eru eisini vorðnar verri. Tey, sum ofta eru einsamøll í sínum starvi, fara skjótt ikki longur at hava møguleika at koma til supervisión at tosa um teirra viðurskifti við serfrøðingar.
Men tað eru ikki bara stuðlarnir, sum eru skerdir.
Konkret dømi er eisini um, at fólk við breki, sum hava verið uttanlands, tí nøktandi tilboð ikki eru í Føroyum, eru tikin heim. Hóast ongin er at taka ímóti teimum.
Umlættingin, sum hevur verið fyri fólk við breki, ið búgva heima, er skerd munandi. Hóast hon hevur verið kærkomin hjá foreldrunum. Samstundis, sum vit hoyra dømir um, at brúkarar eru fluttir frá einum sambýli til annað, uttan nakra ávaring ella fyrilit.
Næmingar við breki, sleppa færri tímar í skúla, hóast tey eru vorðin eitt ár eldri.
Eisini er tað soleiðis, at fólk við umsøknum til ymiskt frá Almannastovuni fáa játtandi svar, men við eini viðmerking, at ongin peningur er, og tí ber ikki til hóast alt.
Dømini, sum her eru nevnd, er bert nøkur fá úr rúgvuni, um hvussu umstøðurnar hjá fólki við breki eru versnaðar.
Økið børn og ung
VIT hoyra um økið »Børn og ung«, sum hevur ligið í andaleypi seinasta árið. Familjudeildin á Barnaheiminum og Familjuhúsið á Argjum, ið varð sett á stovn eftir drúgvu umtaluna við Lítla Peturi, eru niðurløgd. Starvsfólkini, ið gjøgnum mánaðir og ár hava uppbygt servitan á økinum, eru uppsøgd og ganga nú arbeiðsleys og blóma við sínum dýrt keyptu útbúgving og serkunnleika.
Ein nýggj Familjudeild er sett á stovn, har hesi bæði umrøddu skulu savnast, men enn er millum lítið og einki hent, og deildin er ikki komin upp at virka. Harafturat skulu nýggju starvsfólkini av nýggjum undir at uppbyggja servitan á økinum – somu vitan, ið varð uppsøgd og skúgvað til viks.
Ímeðan henda sokallaða »umskipanin« av økinum hevur staðið við – og enn fer fram - eiga familjur og børn í svárum trupulleikum ongan góðan. Einki bráðfeingistilboð er til familjurnar, og barnaverndartænasturnar kring landið hava ongastaðni at vísa slíkum familjum til.
Harafturat eru tveir aðrir stovnar, Rókin og Slóðin, lagdir saman, og barnaverndartænasturnar kring landið hava áður víst á, at tað neyvan eru fakligar grundgevingar fyri at leggja tveir slíkar stovnar saman.
Diabetikarar
VIT hoyra, at teir umleið 1800 diabetikararnir í Føroyum, sum hava fingið staðfest diabetes, harav næstan 300 mugu taka insulin upp til fleiri ferðir dagliga, mugu grava ógvuliga niðarlaga í kistuni eftir peningi, skulu endarnir røkka saman eftir sparingarnar.
Fyrst varð egingjaldið til heilivág hækkað úr 200 til 400 krónur um ársfjórðingin fyri fólkapensjónistar, og úr 400 til 600 krónur fyri onnur.
Síðani tekur Sjúkrakassin ískoytið til ymisk sløg av heilivági burtur. Fyri fleiri menn er hetta eitt sera svárt inntriv, tí hjá monnum við diabetes kunnu æðrarnar í penis forkálkast, og teir fáa trupulleikar við at fáa reising. Teir hava higartil, við hjálp av Viagra, kunnað havt eitt nøkulunda vanligt kynslív. Men nú mugu teir sjálvir bera allan kostnaðin, upp til 120 krónur fyri hvørja tablettina ella 1200 krónur pakkan.
Fyri fólk við diabetes er kosturin ein partur av viðgerðini, og hava fólk við diabetes størri útreiðslur til mat enn onnur fólk. Í juni mánaði varð upphæddin til kostískoytið til diabetikarar skerd um mánaðin.
Fyri fólk við diabetes er fótarøkt eisini ein sera umráðandi viðgerð. Diabetikarar fáa sár á føturnar, og kemur bruni í, kann avleiðingin verða, at neyðugt er at seta fótin av. Men í sparingunum var fótarøkt til diabetikarar mett sum »kosmetisk«, og er ískoytið tí strikað, og sjúklingurin má gjalda allan kostnaðin sjálvur.
Hvør sær kann hetta tykjast sum smáar útreiðslur, men tá alt verður lagt saman, og havt verður í huga, at meginparturin av diabetikarunum í Føroyum eru fólkapensjónistar, sum frammanundan hava lítið at geva av, er talan í roynd og veru um eina óhugnaliga tunga byrðu at bera.
Krabbameinssjúklingar
VIT hoyra um krabbameinssjúklingar, ið nú ongan fylgjara fáa við sær, tá tey skulu uttanlands til viðgerð. Omanfyri 200 føroyingar fáa árliga staðfest krabbamein, og hesi fólk koma ofta í vanlukkuliga støðu, har dyggur sálarligur stuðul er neyðugur partur av viðgerðini. Men herfyri varð avgerð tikin um at krabbameinssjúklingar, ið mugu til Danmarkar ella aðrastaðni at fáa viðgerð, ikki hava rætt til fylgjara.
Einstaki læknin situr við avgerðini, og er tað upp til hann at meta um, hvørt sjúklingurin er nóg sjúkur til at hann hóast alt skal hava fylgjara við sær. Samstundis hava læknarnir fingið at vita, at teir skulu brúka sum minst og spara sum mest.
Úrslitið er, at ein krabbameinssjúklingur, tá hann fer í viðgerð ella til eftirlit uttanlands, kann standa púra einsamallur tá hann fær tað, sum hann kann uppliva sum ein deyðadóm, lisnan niður yvir seg.
Dement og hjartasjúk
VIT hoyra at, at fólk dements og hjartasjúkum ikki longur fáa nakran stuðul frá landinum til teirra heilivág.
Í praksis merkir hetta, at pensjónistar, sum fyrr hava goldið 200 krónur um ársfjórðingin fyri hjartamedisin ella heilivág ímóti demens, í summum førum koma at rinda omanfyri 3000 krónur heilivágin.
Orsøkin finst í nøkrum broytingum, sum eru gjørdar seinastu mánaðirnar. Fyri ávísan heilivág hjá hjartasjúklingum og dementsjúklingum er allur stuðul frá Sjúkrakassanum og tí almenna tikin burtur í eini ætlan at fáa fólk at nýta bíligari heilivág. Sjúklingarnir vita lítið um hetta og fara ørkymlaðir heimaftur við boðum frá apotekinum at fara til læknan at kanna, um tað ber til at nýta bíligari heilivág.
Sjúklingar annars
VIT hoyra, at tað kemur oftari fyri enn nakrantíð, at pakkar við heilivági ikki verða loystir út av apotekum og posthúsum. Tað vil siga, at tað júst nú eru fólk í Føroyum, sum ikki taka sítt medisin, tí tey hava
- Vit mugu bara royna at greiða teimum frá støðuni. Men satt at siga eru nøkur øgiliga kedd og illa við, sigur Hjalti Gunnarstein, apotekari í Runavík.
Ringast staddir eru hjartasjúklingar og demensjúklingar, men broytingarnar merkja eisini øll onnur, ið taka medisin.
Pensjónistar hava fyrr í mesta lagið goldið 200 krónur um mánaðin fyri heilivág. Hetta tal er trífaldað, so pensjónistar nú rinda 1600 krónur meira um árið, enn teir hava gjørt.
Harafturat kemur, at broytingar eru gjørdar í Sjúkrakassanum, sum fyri yngri fólk merkir, at Sjúkrakassin bert rindar helvtina, har tað fyrr hevur verið tríggir fjórðingar. Hetta hevur við sær, at fólk, ið nýta heilivág, mugu rinda dupult so nógv til heilivág, í mun til frammanundan. Tí teirra gjald er farið frá einum fjórðingi í eina helvt av kostnaðinum.