Vísindaligt svik er eisini svik

Páll Poulsen
???????????
Seinastu árini er eitt politiskt lyklarorð komið í ljósmála. Gransking. Vit granska allastaðni. Í útjaðarinum (har eingin vil búgva), onkur granskar í mikrostatum, og onkur økonomur samanber føroyska búskapin við alt Norður-Amerika.
Hermann Oskarsson hevur sitið í búskaparráðnum og proklamerað at vit koma at hava tað fínt um 20 ár. Harumframt hevur hann sent mótstríðandi upplýsingar út, bæði fyri og aftaná nýggjár 2004.
Nýggjasti limurin í "sannleikans ministerium", er ein almennur stjóri, sum ikki hevur hildið játtanina í 2 ár. Tað man neyvan vera tilvild at H. C. Andersen verður heiðraður á sínum 200 ára degi. Hvør kennir ikki ævintýrið um "Nýggju klæði keisarans."
Á Setrinum eru tilsamans 4 Ph. D ritgerðir útgivnar sum vísindaligar, hóast tær ikki klára minstu krøv um operationalisering og problemformulering í vísindaligum høpi.
Fellan hesi fólk eru rokin í, er integritetsloysið. Tey halda at tað kann vera líkamikið, tí teirra egnu fólk sita á heimastýrismaktini og definitiónsrættinum. Vit vita frá gomlum døgum um valdsmisnýtslu, antin tað er í Stalin Russ-landi ella tí lítla Ceausescu stýrinum í Rumenia, at maktin redefinerar fólk, tá ið tey gerast ein hóttan ímóti maktini. Kona Ceausescu var doktari í kemi, sjálvt um hon ikki kendi frymilin á vatni. Hon hevði heldur ikki gingið klassiska vegin, við royndum, innsavning og deduktión. Nei, hon var kona Ceausescu, tí gjørdist hon doktari. Føroyska Ph. D heitið í dag samsvarar best við teir riddarakrossar danir hongdu uppá naivar føroyingar, sum runnu ørindi fyri teir. Tá ið deduktión verður til tað øvugta, nevniliga tautologi, verða fólk ør í høvdinum. Hyggið bara at professarakonunum, sum halda at tær við eitt eru gandaðar til listakvinnur.
Orsøkin til at vísindateoriin skilir millum deduktiónina, tað sum kann hugsast og tautologi hinumegin, vit siga at tað er soleiðis, er tí at vísindafólk ongantíð eiga at vera í iva hvat tað merkir. Tey eiga eiheldur at ivast í teirra egna leikluti í granskingini, tí tað ringasta sum kann henda, er at tey sjálvi gerast trupulleikin í granskingini, við at mála seg upp í ein krók.

Fyribrigdið Pál Weihe.
Pál Weihe er sjálvur endaður sum eitt sera áhugavert granskingarobjekt. Tá hann í 1985 lendi í Føroyum kom kyksilvurið yvir hann, sum ein opinbering. Minnist meg rætt hevur onkur sagt at grønlendingar ikki skulu gevast við at eta kóp, ísbjarnir o.a.t. tí tað rakar teirra mentan ov hart.
Seta vit hetta "scenario" upp at føroyingar ikki mugu eta grind, fisk og fugl, hvørjum skulu vit so liva av?
Hvat um tað veruliga passar at Al Gore, Pávin í Rom, George Bush og allir hinir hava "name droppað" Pál Weihe so ofta í altjóða høpi, at fólk trúgva honum?
Allir veruligir granskarar vita at størsti trupulleikin er at teir sjálvir kunnu gerast trupulleikin, men so effektivt og "vísindaliga" at brúka heimastýriskar maktmekanismur til at "granska" seg fram til at føroyingar ikki skulu útflyta fisk, tað gongur yvir mítt vit.
Lærupeningurin av Ceausescutíðini var at samfelagið var alt ov langt úti at koyra. Flestu fyri-brigdi framleiða av góðum grundum eina sjálvsmynd. Henda sjálvsmynd skal eisini halda "úteftir". Fyribrigdini gera eisini alt fyri at alt skal "passa saman." T.d. klippa og kuta í søgubókum, tí eingin torir at siga, at tað "maktin" sigur, tað er annað enn óreingiligur sannleiki.
Í Rumenia koyrdi Ceausescu nógv uppá at hann var "dissidenturin", sum talaði Moskva mitt imot. Men tann peningur hann fekk í statskassan, bleiv bert brúktur til at framleiða og pussa sjálvsmyndina og tey sum ivaðust í tí sum statssjónvarpið segði, tey vóru løgin. Irrationalitetur gjørdist rationalitetur í landinum. Securitate fór eftir fólki sum hugsaðu sjálvstøðugt.
Soleiðis gekk tað frá 1968 til 1989, tá ið fólkið hevði fingið nokk av hesum kvaksalvaranum, sum m.a. prýddi seg við danska elefantordaninum.
Er tað sjónleik tað snýr seg um, áttu teir heldur at sett Sjúrð Skaale í bú-skaparráðið. Hann dugir at spæla sjónleik.
Ókultururin verður enn sum áður vardur av Útvarpi Føroya. Tað einasta áhugaverda við hesum mikrofonhaldarunum, er at teir klára í flestu førum akkurát at koma uppá eitt støði, har teir útstilla teirra egnu óvitan. Longur er tann søgan ikki.
Tá ið staturin hjá Ceausescu ikki longur hevði ráð at keypa olju, broyttu teir bara termometrið. Sjálvt tá ið tað frysti, vóru almennu hitastigini 16 stig og tey, sum hoyrdu til, tosaðu um sól og summar.