Tað fór onki óreglugligt fram á bygdaráðsvalinum í Sumbiar Kommunu næstseinasta týsdag.
Tað staðfesti bygdaráðið á fundi týskvøldið.
Sostatt vildi tað ikki geva Finnbjørn Pouslen viðhald í kæruni, sum hann hevði sent bygdaráðnum um mátan, sum valið varð avgreitt uppá.
Finnbjørn Poulsen var uppstillaður til bygdaráðsvalið, men varð ikki valdur.
Sjálvur heldur hann, at eitt mistak varð gjørt, sum førdi til, at hann misti møguleikan at standa seg á jøvnum føti við hini valevnini.
Hann hevur búð niðri, men flutti heim á sumri í 1999, og skuldi búgva í Lopra, sum er í Sumbiar Kommunu.
Men nú valhølini lata upp, varnast fólk, at hann stendur ikki á vallistanum.
Aftaná kemur tað út, at hann er ikki valbærur í Sumbiar Kommunu, tí av misgáum hevur Landsfólkaeftirlitið í Havn skrásett hann í Vágs Kommunu.
Hann sigur, at fólk, sum fóru á val, fingu tí at vita, at tey kundu ikki velja hann, tí hann varð ikki skrásettur í Kommununi.
Sum dagurin líður, verður mistakið rætta og tey, sum komu á val eftir døgverða, fingu onki at vita um, at tey ikki kundu velja hann
? Sostatt varð eg strikaður á atkvøðuseðlinum í helvtini av tíðini, sum valhølini vóru opin og tí havi eg ikki havt sama møguleika, sum hini valevnini, sigur hann
Onki óregluligt
Bygdaráðið viðgjørdi kæruna týskvøldið og niðurstøðan var, at Finnbjørn Poulsen skuldi ikki fáa viðhald í kæruni.
Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður, sigur, at hetta vóru teir fýra bygdaráðslimirnir, sum vóru á fundi, samdir um. Fimti bygdaráðslimurin var burturstaddur.
Bygdaráðsformaðurin sigur, at áðrenn bygdaráðið tók avgerð, fekk hon eina frágreiðing frá valstýrinum.
Hann vil ikki út í æsir við málinum, tí enn er møguleiki at kæra avgerðina fyri Landsstýrinum, so enn er kæran ikki endaliga avgjørd.
Men í stuttum sigur hann, at Finnbjørn Poulsen flytir heim á sumri 1999 og búsettist í Sumbiar Kommunu. Kommunan fær bræv um flytingina og skrásetir hana.
Síðani verða flytipappírini send Landsfólkayvirlitinum at verða skrásett har. Og tá er tað, at mistakið hendir og at Landsfólkayvirlitið skrásetir hann í Vági.
Jacob Vestergaard heldur, at orsøkin til mistakið er, at Sumbiar Kommuna hevur eisini postsmogu í Vági.
Men tað stendur greitt í pappírunum, at hann er fluttur til Sumbiar Kommunu.
Av tí, at hann er skrásettur í Vági, kemur hann ikki á vallista í Sumba. Men tað er hvør einstakur, sum hevur ábyrgdina av kanna, um hann stendur á vallistanum.
?Tað stóð Finnbjørn Poulsen ikki. Niðurstøðan var tí, at hann var í Sumbiar Kommunu og hevði tískil eisini valbæri. Hann var tí ikki strikaður av atkvøðuseðlinum. men av tí, at hann ikki stóð á vallistanum , slapp hann sjálvur ikki at velja, sigur bygdaráðsformaðurin