Bólkurin Vísumenn verður næstur í røðini av live-tónleiki á Fortuna, sum í seinastini hevur verið karmur um nøkur sera væleydnað kvøld við góðum og hugnaligum tónleiki Vísutónleikur, og skemtiligir tættir sleppa eisini upp í part á Fortuna, tí Vísumenn, sum er ein sera lokalur fólkatónleikarabólkur úr Klaksvík fara leygarkvøldið at arga og skemta.
Hans Hjalti Skaale, einaferð útnevndur sum næststuttligasti maður í Føroyum, er oddamaður í bólkinum, hann hevur ígjøgnum nógv ár sungið tættir, sum hann hevur skrivað saman við viðoyinginum Andriasi Justesen.
Seinastu tíðina hevur Hans Hjalti fingið góða tónleikaliga hjálp frá tveimum royndum monnum, og saman kalla teir seg Vísumenn.
Tónleikararnir, sum syngja og spæla saman vð Hans Hjalta, eru Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, sum báðir eisini spæla við m.a. rockbólkinum Hjarnum.
Leygarkvøldið kunnu fólk vænta at hoyra tættir og vísur sum viðgerða mong ymisk lívsins viðurskiftið, og sum oftast verður skemt brúkt til at siga nakrar sanleikar. Eisini verða løg hjá m.a. Bob Dylan, Leonard Cohen og Bruce Sprigsteen umframt Skotskur og Írskur fólkatónleikur at hoyra. Sum nakað serligt fara Eyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen eisini at framføra nøkur Eagles løg hetta kvøldið.