Tað regnaði illa í eystara parti av Danmark í nátt. Regnið kom sunnaneftir, men tað var serliga á Sælandi, at tað regnaði illa. Onkunstaðni var avfallið 30 mm, sigur TV2.
Veðurmenninir høvdu væntað uppaftur meiri regn, kanska upp í einar 50 mm, men so ringt bleiv tað ikki. Tað komst millum annað av, at lágtrýstið, sum kom við regninum, fór heldur eystari enn væntað, og tað bleiv heldur ikki so djúpt, sum veðurmenninir væntaðu.
Hetta sama lágtrýstið gjørdi munandi meiri um seg í Týsklandi og Pólandi.