Á landsstevnuni um vikuskiftið hjá Javnaðarflokkinum varð dúgliga kjakast um javnstøðu. Tað varð fleiri ferðir havt á lofti, at tað er ikki nøktandi, at flokkurin onga kvinnuliga umboðan hevur á tingi.
Vítt er til veggja í flokkinum um, hvussu høgt javnstøðuøkið skal raðfestast í flokkinum. Elin Lindenskov og Hans Pauli Strøm gingu á odda, og ynsktu, at Javnaðarflokkurin hevur ein greiðan politikk á økinum. Hinvegin var Gerhard Lognberg ikki var til at høgga í.
?Alt, sum eg kenni til hava maður og kvinna havt hvør sín leiklut í samfelagnum. Tað hevur altíð verið vanligt, at mamman var heima hjá børnunum, meðan pápin var úti. Eg dugi ikki at síggja, at tað er neyðugt við broytingunum á tí økinum, sigur Gerhard Lognberg.
Sandoyartingmaðurin legði afturat, at tað vóru kvinnurnar sjálvar, ið áhaldandi hildu seg aftur, tá boð vóru eftir teimum um at stilla upp til løgtings- og kommunuval.
Skomm
Eitt av kvinnuligu valevnunum hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroynni, Nita Næs, og Jákup Birgir Mohr býráðslimur á Sandi eru av teirra áskoðan, at Javnaðarflokkurin eigur at raðfesta samhaldsfasta og eldraøkið hægri enn øki, sum viðgera etik, moral, kyn og seksualitet.
Hetta fekk landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum at tala at.
?Tað er ein stór vanærulig skomm um Javnaðarflokkurin ikki hevur ein greiða støðu á javnstøðuøkinum, tí tað eigur ein Javnaðarflokkur altíð at hava. Eg taki tí slettis ikki undir við teimum, sum halda, at vit ikki eiga at raðfesta økið høgt, segði Hans Pauli Strøm undir aðalorðaskiftinum.