Vátt og kalt næstu dagarnar

Ein streymur av ælaveðri liggur yvir Føroyum. Mitt í vikuni fer eitt lágtrýst, sum dýpist, yvir okkum ella fram við beint sunnan fyri, áðrenn ein kaldur streymur av vetrarælum av norðri leggur seg yvir landið. Fríggjadagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið og so aftur ein kaldur norðanstreymur við ælaveðri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvtíst sum vátaslettingur ella heglingur, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 1 og 6 stig. Í nátt makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Í annaðkvøld øtlar hann vindin í gul til stívt andøvgul og hækkar í ein norðan, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og stundum regn ella vátaslettingur. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar og lækkar í lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Út á náttina øtlar hann vindin av suðri, í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur og kavi. Um náttina skýggjað og regn. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s, sum snarar í ein vestan og um kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann í norðan og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, seinni klárar í og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.

 

Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 5 stig.