Eitt lágtrýst við Ísland liggur mest sum í stað komandi dagarnar, og sunnanfyri lágtrýstið streymar óstøðug luft við ælaveðri av vestri og útsynningi inn yvir Føroyar. Stundum fara øki við meiri regni framvið.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 10 m/s. Sólglottar, men mitt á degnum eitt skifti regn og seinni ælaveður. Hitin millum 6 og 8 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Mest skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind av suðri, 15 m/s. Mest skýggjað og fyrst regn, móti kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina makar hann vindin av suðri. Skýggjað og ælaveður, seinni yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og turt, men um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 12 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. At byrja við skýggjað og regn, seinni sólglottar og turt. Hitin millum 7 og 10 stig.