Søgurnar sum hava ljóða í eina tíð, eru í kvøld váttaðar. Maðurin, ið hevur leikt flest landsdystir fyri føroyska landsliðið, Fróði Benjaminsen, skiftir til føroyameistararnar í Víkingi.
Les eisini: Landsliðsspælari til Víking
Fróði Benjaminsen hevur annars spælt við HB øll tey seinastu árini, síðani hann í 2008 skifti til HB frá grannunum B36.
Fróði Benjaminsen er annars upprunaliga B68’ari, og spældi hann við barndómsfelagnum heilt til hann var 25 ára gamal.
Á heimasíðu felagsins fegnast Víkingur yvir tilgongdina av Fróða Benjaminsen, ið hevur fýra FM-sigrar og ein steypasigur at vísa á. Trý av FM-heitunum hevur hann vunnið við HB, meðan hann hevur vunnið eitt FM-heiti og ein steypasigur við B36.
Fróði Benjaminsen er 39 ára gamal.