Tjóðveldisflokkurin og Sjónvarp Føroya eru í hornatøkum.
Tað sæst týðiliga av drúgva brævaskiftinum millum flokkin og miðilin, sum hava havt vánalig viðurskifti sínámillum síðan seinastu samgongukreppuna. Sosialurin hevur fingið innlit í alt brævaskiftið.
Í vikuni, sum fór, svaraði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, teirri kæruni aftur, sum sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal sendi vegna síni starvsfólk, ið kendu seg hótt av Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni. Sjónvarpsstjórin fýltist millum annað á, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, hevði blakað eitt tíðindafólk út úr Almannaráðnum »í sansaleysari øði«, og at sami landsstýrismaður seinni hevði hótt ein tíðindamann í kaffikøkinum hjá løgtinginum við persónligari forfylging.
Svarið hjá Høgna Hoydal, sum telur heilar sjey síður, váttar, at hendingarnar eru farnar fram. Men hann gevur kortini ikki sjónvarpinum viðhald og verjir atburðin hjá landsstýrismanninum.
Skjeyt við skørpum
Formaðurin byggir sítt svar á frágreiðing frá Páll á Reynatúgvu sjálvum. Sambært hesum breyt sjónvarpið eina avtalu, tá eitt tíðindafólk var sent á staðið, tí loyvi varð bert givið at taka myndir. Tá so tíðindakvinnan kortini bað um viðmerkingar, fyrst frá landsstýrismanninum og síðan aðalstjóranum, so bað hann hana fara út úr fundarhølunum.
»Hann var kontantur, men at brúka orð sum "sansaleys øði" og at "leggja seg fysiskt ímillum" er ein skeiv og einvís útlegging, leggur Páll á Reynatúgvu dent á«, skrivar Høgni Hoydal í svarinum.
Næsta hendingin, sum SvF kærir um, fór fram í kjallaranum í tinghúsinum. Páll á Reynatúgvu váttar, at hann gjørdi speiskar viðmerkingar til eitt tíðindafólk hjá SvF um tíðindaflutningin í Degi og viku um eitt innslag um Tjóðveldisflokkin.
»Tí segði hann í svørtum skemti, at nú fór hann hinvegin at savna upplýsingar um journalistar, sum kundi brúkast ímoti teimum. Hann hevði ikki droymt um, at tað, sum verður sagt í tinghúskjallaranum, varð fatað sum annað enn skemt, tí hetta vita øll tíðindafólk, sum hava sína gongd í tinginum, at har verður skotið við skørpum hvønn dag«, skrivar Høgni Hoydal í sínum svari.
Álit fekk afturstig
Alt byrjaði við einum innslagi í Degi og viku, har sjónvarpið legði Tjóðveldisflokkin undir at spæla sjónleik í sambandi við eina samgongukreppu, har samstarvið eftir øllum at døma hekk í leysum tráði.
Høgni Hoydal kærdi innslagið, sum hann segði vera beinleiðis ósatt. Hann hevðist eisini at sjónvarpinum fyri at gera søgur uttan at geva tí ákærda møguleika at svara fyri seg.
Tað var eisini hetta, sum fekk øði í Páll á Reynatúgvu.
Í svarinum til SvF finst Høgni Hoydal eisini at fleiri øðrum málum, har Dagur og vika hava gjørt niðurstøður og sátt iva um trúvirði hjá persónum í Tjóðveldisflokkinum, uttan at teir hava fingið høvi at vart seg
»Tá kann eg ikki koma til nakra aðra niðurstøðu enn, at mítt álit á tíðindaviðgerðina í SvF hevur fingið eitt sera, sera álvarsligt afturstig. Eg kann als ikki góðtaka slíka viðgerð og kann ikki hava álit á nøkrum samskifti við tey tíðindafólk, sum gera slíkt,« skrivar Høgni Hoydal og váttar sostatt, at talan er um eitt álitisbrot við tann stovn, sum hann áður arbeiddi fyri.
Kortini sigur hann seg vóna, at til ber at fáa eitt samskifti í lag, sum kann greiða, hvørjar spælireglur eru galdandi millum fjølmiðlafólk og politikarar ? í hesum føri serliga millum tíðindafólk hjá SvF og Tjóðveldisflokkin.
Mikkjal Helmsdal hevur enn ikki svarað brævinum frá Høgna Hoydal. Tá verður so enn ein kapitull skrivaður um hólmgonguna millum miðilin og flokkin.