Í Gøtu er G!festivalurin við at byrja. Tjøld eru á tjaldingarplássinum og ljóðroyndir hoyrast á pallunum. Men veðrið er heldur váttligt. Tað er skiftiandi millum sirm og regn. Tað er stilt í veðrinum, hóast veðurmenn hava tosað um, at í dag verður eitt sindur av vindi.
Men lagið er gott í Gøtu og fyrieikararnir lata væl at. Fólk eru farin at savnast í Gøtu. Klokkan 17 fara fyrstu bólkarnir á pallin, og tað eru Hamferð og seinni Flemming Hjullind og Agnar Lamhauge og Anja Præst Trio og Helgi Midjord.
Annars fara á pall í kvøld; Lyon, Moto Boy, Týr, Rólant, FM Belfast, Lucy Love, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur og GRUNDIN bjóðar DJ tónleik við Frau, Bumpy & Weareskitzo, Afrokið og Copyflex og Videojunkies.
Rás2 sendir beinleiðs úr Gøtu.