Váðasteinur er nú á øðrum túri

Manningin umborð á Váðasteini er hin sama, sum fyri yvirtøkuna, og skipari er Jón við Stein.

Línu- og garnaskipið Váðasteinur, sum Jóhan í Hoyvík læt byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, varð fyrr í summar keypt inn á Toftir av nýstovnaða felagnum, P/F 19. mai 2014.

 

Síðan yvirtøkuna hevur Váðasteinur gjørt ein línutúr undir Føroyum. Teir vóru úti í einar 10 dagar, og veiðan var umleið 80.000 pund. Veiðan var blandað, tó mest var av longu.

 

Manningin á Váðasteini er hin sama, sum hon var fyri yvirtøkuna, og skipari er Jón við Stein. Nú skipið er á øðrum túri undir Føroyum, er manningartalið 13.

 

Tað eru fleiri lokalir íleggjarar, sum hava sett pening í nýggja felagið. Martin V. Heinesen er nevndarformaður, og stjóri er Niclas Davidsen.

 

Niclas Davidsen, sum eisini er landingarformaður á Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, sigur, at Váðasteinur er eitt gott skipið, sum eisini er í rímiliga góðum standi. Váðasteinur fekk nýggjan motor í 2003.

 

Viðhefta mynd er frá almennu móttøkuni fyri Váðasteini á Toftum, og tað er Nes kommuna, sum eigur myndina.