Væl meira skattur

- Skattaavrokningarnar fyri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í 2015 eru sera ymiskar, sigur Nes kommuna.

Skattainntøkan hjá Nes kommunu 1. ársfjórðing í 2015 er 8,57 prosent hægri enn fyri sama tíðarskeið í 2014. Ein meirinntøka á 688.417 krónur. Hetta vísir fyribilsuppgerðin fyri 1. ársfjórðing í 2015, sum Taks kunngjørdi í vikuni.

Nes kommuna veit at siga, at í 1. ársfjórðingi í 2015 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu 8.724.673 krónur í mun til í 2014, tá inntøkan var 8.036.256 krónur, ella 688.417 krónur meira.

- Hetta svarar til eina økta inntøku á 8,57 prosent. 

Lagt verður aftrat, at skattaavrokningarnar fyri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í 2015 eru sera ymiskar. 

- Í januar var skattainntøkan 2.394.922 krónur, sum var 2,67 prosent lægri enn í 2014, í februar 3.426.259 krónur, sum var 20,32 prosent hægri enn í 2014 og í mars, tá inntøkan var 2.903.492 krónur, sum var 6,39 prosent hægri enn í 2014, sigur kommunan.

Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5, og hevur verið óbroytt síðani 2006.