Vælklæddir uppreistrarmenn í stovuni

Sonevndu stovukonsertirnar halda fram og 10. juli framføra Tuxedo Rebels.

Sonevndu stovukonsertirnar halda fram og 10. juli framføra Tuxedo Rebels.

 

Bólkin manna Petur Pólson og Knút Háberg Eysturtein.

 

TUXEDO REBELS er eitt gamalt samstarv millum teir báðar tónleikaveteranarnar Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein - bert við nýggjum heiti í sambandi við, at duo’in lat úr hondum sína fyrstu útgávu “Sometimes The World Is Dark” í vár.

Í veruleikanum føddist hugskotið til at gera eina duo saman longu í 2002, tá Petur var virkin í legendariska tónleikabólkinum Clickhaze og Knút í líka so legendariska bólkinum Gestir. Teir báðir byrjaðu longu tá at spæla løg saman hjá teirra felags hetjum, so sum løg hjá Bob Dylan, Leonard Cohen, Johnny Cash, Neil Young. 

Seinni fóru teir eisini undir at skriva egnan tónleik - tó enn í sama stíli, sum teir høvdu ætlanir um at geva út. Men meira enn 10 áru gingu, áðrenn fyrsta útgávan kom á marknaðin. Men tað merkir ikki, at teir vóru óvirknir, tí báðir hava alla hesa tíðina fylgt egnari tónleikalívsleið og givið út egnar fløgur.

Á heysti í 2012 gjørdu teir av, at nú skuldi tað vera - eisini hóast teir búðu í hvør sínum landi. Men tað skuldi eingin forðing vera, hildu teir -heldur ein fortreyt fyri at arbeiða við útgávuni.

Tað endaði við, at 10 løg vóru tikin upp og givin út á vári 2014. Tað eru fyrst og fremst hesi løgini, sum áhoyrararnir fáa høvi til at hoyra á F’LJÓÐ stovukonsertini hjá TUXEDO REBELS, sum verður HÓSkvøldið 10. juli 2014, kl. 21.00.

 TUXEDO REBELS  vera at hoyra í hugnaligu stovuni í Stoffalág 18 í Havn  tann 10. juli.