– Vit fegnast um at kunna bjóða øllum frá bæði fjar og nær til nakrar dagar, har sjóneykan verður sett á hvat Fuglafjørður bjóðar.
Soleiðis skrivar Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í landinum mánadagin. Tað er í sambandi við Mentanardagarnar, sum verða í Fuglafirði frá 1. til 4. september:
– Tiltikna Regnskjólagøtan, har grannaløg í felag skipa soleiðis fyri, at vit øll kunnu vera saman undir litføgru regnskjólunum, til felags sang, hugna, konsertir og barna tiltøk.
Stóri Matmarknaðurin, har vit bjóða eitt fjølbroytt úrval av før oyskari matframleiðslu, við nógv um smakkiroyndum og spennandi søluvørum, frá eini rúgvu av stórum og smáum føroyskum framleiðar um. Matmarknaðurin varð upp runaliga settur á skrá fyri at vísa, at í Fuglafirði er sjógæti mentan, men hevur síðani ment seg at umfata allar føroyskar matvørur og gevur møguleika at skilja, smakka, snakka og keypa.
Morgunmatarbrunsh á báta brúgvum við tónleiki. Hví ikki byrja dagin soleiðis? Ella bílegg tær pláss á eini av teim mongu heimamat stovunum kring um í Fuglafirði, sum bjóða eitt tyssi av ymiskum rættum.
Kórtónleikur sermerkir Fugla fjørð og fríggjakvøldið verður ein serstøk konsert í Mentanarhúsinum við Fuglafjarðar sangkóri, við kór sangi, ið eru skrivaðir av lokalum tónaskøldum, til tekstir og týðingar hjá Alexanduri Kristiansen.
Leygarkvøldið verður eitt brak av eini konsert á skonnartini Kyrja steini við: joe and the shitboys, RSP og Marius Dj.
Mentanardagar varpa ljós á mentanarríkidømi í býnum, eggja og viðurkenna týdningin av mentanararbeiðinum og síðst, men ikki minst tryggja, at mentanararvurin verður hjúklaður um og førdur víðari til komandi ættarlið.
Vit gleða okkum til nakrar spenn andi og hugnaligar dagar í Fuglafirði og fara at ynskja øllum hjartaliga vælkomin til Mentanardagar 2022.
Dávur Juul
borgarstjóri