Hetta er tann tíðin á árinum, tá flestu føroysku kommunur viðgera fíggjarætlanina fyri 2016.
Ein teirra er Nes kommuna, ið mánadagin hevði fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini.
Kommunan skrivar á sínari heimasíðu, at tað á fundinum varð samtykt, at varðveita verandi skattaprosent og barnafrádrátt, ið eru ávikavist 20,5 prosent og 5.000 krónur.
Skattaprosentið hevur verið rímiliga støðugt í kommununi seinastu gott tjúgu árini. Síðani 1997 er skattaprosentið einans broytt einaferð, og var tað í 2006, tá kommunan hækkaði tað við 0,6 prosentstig.
Annars metir kommunan, at nettoinntøkan hækkar úr 42,1 milliónir krónur til 42,6 milliónir krónur, harav nettoskattainntøkurnar hækka við 0,4 milliónum til 32,9 milliónir krónur úr 32,5 milliónir krónur í 2015.
Væntandi vøksturin í inntøkum, stendur tó ikki í mát við væntandi vøksturin í útreiðslum.
Kommunan metir, at rakstrarkostnaðurin hækkar til 42,2 milliónir krónur úr 39,6 milliónir krónur, meðan nettoíløgurnar hækka úr 2 milliónir krónur til 3,3 milliónir krónur.
Sostatt gevur fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2016 eitt hall á 2,9 milliónir krónur. Kommunan upplýsir, at hallið verður fíggjað við tøkum gjaldføri, lántøku og við at avdráttir verða umfíggjaðir.