Vakthavandi veðurfrøðingurin hjá DMI, Marie Timm, sigur, at grønlendska vesturstrondin hevur verið hart rakt at illveðri seinastu tíðina, og soleiðis verður morgindagurin eftir øllum at døma einki undantak.
- Vindurin kemur við einum lágtrýsti úr Kanada, har tað er rættiliga kalt í løtuni. Kuldin hevur fleiri lágtrýst við sær, sum viðhvørt fara upp eftir vesturstrond Grønlands- og aðrar tíðir uppeftir eysturstrondini.
Veðurfrøðingurin sigur við Sermitsiaq í dag, at lágtrýstið hesaferð fer uppeftir vesturstrondini.
Sambært DMI og Windy kann miðal vindferðin í Nuuk fara at liggja um 37 metrar um sekundið - og í hvirlum upp í stívliga 50 metrar um sekundið tíðliga seinnapartin.
Vindurin byrjar so smátt í Qaqortoq, sum náttin gongur og rakar síðan Paamiut tíðliga í morgin. Sum fyrraparturin gongur, rakar ódnarveðrið eisini grønlendska høvuðsstaðin Nuuk stutt eftir middag.
Marie Timm hjá DMI væntar, at longu fyrrapartin í morgin kann høvuðsstaðurin Nuuk verða raktur av stormi við hvirum upp í orkanstyrki.
- Seinasti býurin, sum kann væntast at verða raktur av illveðrinum í morgin, verður Maniitsoq, har tað væntandi verður ódnarveður út á seinnapartin.
Veðurfrøðingurin vísir á, at tað kann vera trupult at siga neyvt, hvussu veðrið fer at hátta sær í morgin, tá hetta er í økjum við høgum fjøllum, men alt bendir á, at roknast kann við hørðum hvirlum á nevndu leiðum.
Grønlands Politi ávarar á Facebook um ódnaðarveðrið, sum er væntandi og heitir á fólk í Paamiut, Nuuk og Maniitsoq um at tryggja byggipláss, ognarlutir og bátar.