- Væntaði ikki at sleppa á bonkin

Somikið langt frá KÍ-liðnum hevur Hervør Olsen verið í ár, men leygardagin avgjørdi hon steypafinaluna.

Tá ið KÍ-kvinnurnar leygardagin vunnu steypafinaluna 1-0 ímóti HB, var tað tann bara 17 ára gamla Hervør Olsen, sum gjørdi einasta og avgerandi málið tá ið bara fá sekund vóru eftir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.


Merkisvert var tað, at hon yvirhøvur kom á vøllin, tí hetta vóru fyrstu minuttirnir hjá henni í føroysku kappingunum í ár. Hon fekk nakrar minuttir í Champions League-kappingini í Litava, men annars hevur hon havt ilt við at spæla seg á liðið.


- Eg hevði faktiskt ikki væntað at sleppa á bonkin yvirhøvur. Eg kann gott siga, at eg bleiv yvirraskað, tá ið Erik (Nielsen, hj. venjari, red.) kom til mín og bað meg fara at hita upp, sigur Hervør Olsen.


Tað vóru 20 minuttir eftir av finaluni, tá ið Hervør Olsen bleiv skift inn. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, helt hon lív í einum møguligum seinasta álopi við at prika bóltin út á vongin til Sigrid Jacobsen, sum síðani sendi eitt innlegg inn í brotsteigin, har Hervør aftur hevði runnið seg á rætta stað og stútaði bóltin í málið.


- Eg minnist ikki akkurát hvussu tað kendist, men eg haldi tað kendist betri enn fantastiskt. Eg havi ikki orð fyri tí, sigur Hervør, sum eisini undir málfagnaðinum vísti góð kynstur og gjørdi eitt flikk flakk.


- Eg fekk boð frá Sigrun Sirdal beint áðrenn eg fór inn, at um eg skoraði, so skuldi eg gera tað, sigur Hervør, sum hevur verið fimleikari í 11 ár, men altso leygardagin gjørdist kend í føroyska fótbóltsheiminum við at tryggja KÍ-kvinnunum steypagullið.