Væntar eitt spennandi ár í Týsklandi

Fróði Stenberg hevur góðar vónir um, at føroyskur tónleikur kann vinna seg fram í Týsklandi

 1. januar fór Fróði Stenberg í starv á skrivstovuni hjá FACTORY 92 í Hamburg í Týsklandi, sum altjóða samskipari fyri TUTL. 

 

Hetta er ein tónleikaumboðstova, sum tvinnar saman PR, marknaðarføring, verkætlanarsamskipan og ráðgeving under einum taki. 



Arbeitt verður serliga á stóra týskmælta marknaðinum, men eisini í øðrum europeiskum londum. 



FACTORY 92 byggir á meira enn 10 ára royndir innan tónleikaídnaðin, og røkir dagliga mesta partin av altjóða virkseminum hjá TUTL. Fleiri av listarfólkunum, ið geva út umvegis TUTL, eru somuleiðis umboðaði av FACTORY 92.

 


FACTORY 92 heldur sostatt fram við at taka sær av altjóða partinum av virkseminum hjá TUTL, ið hervið veksur um sítt altjóða virksemi í 2014, tó nú við Fróða við róðrið.

 

Fróði Stenberg hevur góðar vónir um, at føroyskur tónleikur kann vinna fram í Týsklandi.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Fróða Stenberg, sum var gjørd beinleiðis á Rás2 fríggjamorgun.