Leygarkvøldið fáa vágafólk Moirae.
Føroyski rockbólkurin við tí tiltikna sangaranum Terja Rasmussen á odda, fer leygarkvøldið at spæla til dans í Sørvági.
Moirae er í góðari venjing eftir ferð til Finnlands og Danmarkar, og leygarkvøldið er fyrstu ferð at teir spæla til eitt størri tiltak eftir at teir hava vant nýtt repertoire.
Undan ferðini til Finlands og Danmarkar vandi Moirae nógv nýggj løg, og teir eru væl fyri, nú teir skulu undirhalda vágafólki.
Moirae spælir vanligu blandingina av hørðum og kontantum rocki og onkrum friðarligari lagi. Nýggj løg, sum limirnir í bólkinum hava smíðað, eru á skránni, og eisini spæla teir gomul løg hjá Føstufressum. Kopiløg hjá kendum útlendskum tónleikarum eru eisini tikin við.
ADJ-Sound fer at syrgja fyri, at bæði ljóð og ljós eru í topp, og tí stendur einki í vegin fyri einum rimmar dansikvøldi í Sørvági.
Tað er 10. flokkur í Sørvágs Skúla, sum skipar fyri dansinum leygarkvøldið. Flokkurin er boðin til Íslands at vitja ein 10. flokk næsta summar, og tí ræður um at savna pening til ferðina.
Í Moirae spæla nú sum áður Terji Rasmussen, sum er frontfigururin við orku sum eitt heilt fótbóltslið, Hjalti Joensen, sum spælir gittar, Kaj Johannesen, sum slær á trummurnar, Kim Hansen, sum spælir keyboard, og Mikkjal Joensen, sum spælir bass.