Vágamenn av aftasta plássi

Fótbóltur: FS Vágar vann annan heimadystin á rað, og hesaferð var tað oddaliðið VB, sum mátti lúta. Vágamenn eru nú farnir av aftasta plássinum

1. deild menn:

FS Vágar-VB 1-0 (0-0)


Lagið er gott á vágamonnum í hesum døgum.

Sunnudagin vunnu teir aftur dyst á heimavølli, og tey trý stiguni, teir fingu burtur úr, førdu við sær, at teir ikki longur eru á aftasta plássi í 1. deild.

Vágamenn vóru dømdir til niðurflyting, eftir eina serstakliga vánaliga fyrru hálvu, men teir hava eftir summarsteðgin víst, at teir kunnu spæla við.

? Spælararnir venja nógv meiri nú, og teir vilja veruliga hava okkurt burtur úr, sigur Piotr Krakowski, sum er spælandi venjari hjá FS Vágum.

? Og nú vit eru komnir fram um B71, sær ljóst út. Einki er tó avgjørt enn, og dysturin móti B71 fer helst at vera avgerandi, sigur venjarin hjá FS Vágum, sum í fjør bjargaði B71 undan niðurflyting.


VB skert

VB var skert, tá felagið fór í Vágarnar fyrradagin. Støðan var trupul við tað at miðvallarovastain og landsliðsmaðurin Pól Thorsteinsson hevði leikbann, miðverjin Janus Kjærbo var somuleiðis leikbannaður, og báðir teir jugoslavisku spælararnir vóru burtur við skaða.

Zoran Mancic var ivasamur undan dystin, og hóast vágbingar vónaðu, at hann kundi gerast klárur, eydnaðist tað ikki.

VB stillaði tí við Búa Dahl, John Eystberg og Magna Mohr á miðvøllinum, og í álopinum vóru Jón Pauli Olsen og Dan Djurhuus. Birgir Jørgensen kom á vøllin fyri Dan tíðliga í seinna hálvleiki.

Hjá FS Vágum vóru somu menn við, sum seinastu umførini hava fingið fleiri góð úrslit, og uppstillingin líktist sær sjálvari.


Bert eitt mál

Fyrri hálvleikur var vánaligur. Bæði liðini gjørdu nógv mistøk og samanspælið var ikki av tí besta. Serliga gestirnir høvdu ilt við at flyta bóltin ímillum sín, og tað var sjáldan at tað spurdist fleiri enn tvær tríggjar fylgjandi avleveringar millum VB?arnar.

Nakað frægari var hjá FS Vágum, sum hevði størri vilja fyri at vinna, og tað spælið ikki gekk, stríddust teir fyri einum góðum úrsliti.

Og tað var júst tað, sum teir fingu.

Bert eitt mál kom í dystinum, og tað fekk FS Vágar tíðliga í seinna hálvleiki.

VB?ari hevði hond á bóltinum beint uttanfyri egnan brotsteig, og dómarin dømdi frípark. Albert Ari Thomasen hevur gott skot, og hann sendi bóltin beinleiðis í málið hjá VB til 1-0 til FS Vágar.

Frøin á heimaliðnum og heimaáskoðarunum var ófør, og restina av tíðini ráddi um at halda fast og tryggja sær sigurin.


VB trýsti

EFtir at FS Vágar hevði lagt seg fram um, vaknaðu gestirnir, og teir tóku yvir. Samanspælið gekk betur og innsatsturin gjørdist munandi betur.

Men teir manglaðu nakað av styrkini og framdráttinum á miðvøllinum, har Pól Thorsteinsson manglaði. Vágbingar komu til fleiri hálvar kjansir, men tað manglaði at fáa tann stóra, opna kjansin. Vágamenn vóru nærlagdir í verjuspælinum og teir stríddust sum úlvur á skóg. Allatíðina var onkur vágamaður í vegin, og royndirnar hjá vágbingum fjarðaðu ofta út, áðrenn málverjin kom uppí leikin.

FS Vágar hevði onkur góð kontraálop, og tá VB fór at trýsta, settu teir skjóta og vandamikla Jonhard Joensen inn, og hann var eisini nær við at gera mál. Torkil Nielsen spældi uppá tvørs til Jonhard, sum stóð væl fyri, men skotið fór fram við málinum

Tíðin gekk, VB hevði alt fólkið frammi á vøllinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Vágamenn vóru ovurfegnir, tá dómarin bríkslaði av. Teir høvdu vunnið annan heimadystin á rað, og tá tað samstundis var greitt, at B71 hevði tapt stórt í Gøtu, kundu teir fara undir brúsuna vitandi, at teir fyri fyrstu ferð í ár ikki vóru aftast í deildini.

(ek)