Vágbingar fara skerdir í Vágarnar

Fótbóltur: Bæði Pól Thorsteinsson og Janus Kjærbo hava leikbann

Vágamenn hava vanliga gott tak á vágbingum, tá tað kemur til fótbólt, og uppgávan hjá VB, sum vanliga er nóg stór í Vágum, er vorðin størri við tað, at helst mest týðandi spælarin á liðnum, Pól Thorsteinsson, hevur leikbann.

Hann fekk gult kort í seinasta dystinum, sum var móti B71, og má nú sita uttanfyri. Tað má verjuspælarin Janus Kjærbo eisini, og tí vera tað helst Eyðun Kjærbo og Búi Dahl, sum fara at manna stopparaplássini í morgin.

Birgir Jørgensen hevur ikki verið seinastu dystirnar hjá VB, hóast hann er bústaddur í Suðuroy, men hann hevur vant við hesa vikuna, og verður helst við sunnudagin.

Zoran Mancic hevur havt skaða í knænum, men eisini hann er klárur til dystin í morgin.

Meiri ivasamt er tað við spælandi venjaranum Milan Milanovic, sum hevur stríðst við fiburspreinging, og hevur verið burtur fleiri dystir nú.


Ætla sær at fáa

okkurt burtur úr

Hjá vágamonnum er lagið gott, teir venja dúliga, og ætla sær at fáa okkurt burtur úr móti VB.

Seinastu dystirnar hava víst, at liðið er nógv betri fyri enn tað var fyrr í ár, og javnleikur móti KÍ og sigur móti ÍF boðar frá, at VB fær ongan lættan dyst í morgin.

Vágamenn hava allar mans tøkar til dystin, eingin hevur leikbann og eingin skaði forðar nøkrum í at spæla.

Í fjør vann FS Vágar 2-0 á VB, meðan samansetta liðið Sumba/VB fyrraárið vann 4-2.

Í 1992 vann SÍF 4-1, í 1990 3-1 og í 1989 1-0 á VB. MB vann 2-1 í 1990, meðan VB vann 3-2 í 1991.