Ein hevði nærum samkenslu við Bjarna Djurholm, tí mótvegis positivu argumentunum, sum flestu lurtararnir komu við, so var soðið hjá sama Bjarna Djurholm so tunt, at hann helst var takksamur, tá tann annars góði Fimmarin var at enda komin.
Uttan at lasta nakran, so kann tað tykjast sum lagnunar speisemi, tí hóast nógv bæði politiskt og ópolitiskt mótrák, tá skjøtil skuldi setast á í Leynum í 1998, so vóru fíggjarligu fortreytirnar tó soleiðis, at løgtingið hevði samtykt eins og lán uppá 200 mill. kr. var veruleiki, tí var tað stórt spell, at tað politiskt var neyðugt at steðga hesi ætlan, sum nú er vorðin aktuel aftur.
Annars vóru argumentini ímóti vágatunnlinum sera veik, m.a. so tóktist umboð fólkafloksins at taka undir við ætlanini um fasta sambandið, men meinti hann at tað skuldi ein raðfesting til í komandi íløgum, áðrenn støða kundi takast um gerð av vágatunnlinum. Harafturat helt hann tað vera lítið skilagott, at peningurin, sum landskassin skuldi seta í hesa ætlan, skuldi koma av einum møguligum yvirskoti á fíggjarlógini.
Har eri eg ikki ósamdur við Bjarna Djurholm, tí gamalt er at eingin skal kanna sær skinnið fyrr enn bjørnin er skotin.
Hinvegin, so skal eg minna Bjarna Djurholm á, at er tað nakar, sum hevur gjørt íløgur og ætlanir uttan nakra raðfesting, so eru tað hann og hansara floksfelagar. M.a. so var ætlanin um flogvøll á Glyvursnesi tikin ímillum við tí endamáli at steðga ætlanini um fasta sambandið, samstundis sum Vága Floghavn skuldi niðurleggjast.
Eg eri bangin fyri, at tað sum framvegis ger, at Bjarni Djurholm er so nógv ímóti vágatunnlinum er heilt einfalt tað, at hann enn í dag er plágaður av Glyvursnessyndrominum.
Annars hevði tað verið forvitnisligt at fingið kannað eftir, hvar tær 160 milliónirnar, sum vóru eftir av teimum 200 milliónunum, eru endaðar. Tí í uppskoti, sum løgtingið samtykti í 1988, vóru hesar 200 mill. kr. oyramerktar til fasta sambandið um Vestmannasund. Sostatt hevur Føroya Løgting í dag ikki bara eina moralska skyldu til at fáa hendan pening til vega aftur, tí tað kann væl vera, at hesin peningur er brúktur til heilt onnur endamál.
Til seinast haldi eg, at øll vágafólk eru sera takksom fyri, at »Vágatunnilin - ein lýsing« varð løgd fram sum ein seriøs ætlan, uttan at nakar politikari í Vágum hevur gjørt sær dælt av hesum.
Sune og Ólavur hava gjørt eitt vælaverk og eigur Vága Vinnufelag stóra tøkk uppiborna fyri, at hetta kundi seta gongd í eitt sakligt kjak, sum vónandi verður líka sakligt tá politikararnir skulu taka støðu til, um Vágarnar skulu fara inn í 21. øld sum ein íbundin framtíðarpartur av Føroyum, ella ein eftirbátur á øllum økjum. Svarið fáa vit tá politiska viðgerðin er endað.
Frank Davidsen