Vágur aftur á kappróðrarkortið

Kappróður: Neyðugt var við umróðri, tí tveir av bátunum í miðjuni róðu saman

Vágsgntur komu longu leiðina norður til Klaksvíkar við einum spildurnýggjum fimmmannafari. Og tað loysti seg, tí Royndin Fríða vann norðoyastevnuróðurin.

Trettan bátar tóku lut ? Ternan av Toftum stóð á listanum, men tær møttu ikki ? og tað var trongligt í størsta róðrinum. Men kanska var tað eins nógv spenningurin og kanska lítlu royndirnar, sum gjørdu, at Fípan Fagra og Blikur eftir knappar tvey hundrað metrar róðu saman, og so reistu fleiri seg upp, og dómarin lat skotið ganga av.

Royndin Fríða var tað mesta av einari bátslongd fremst, tá bátarnir komu inn á bedingina, men á síðstu hundrað metrunum var tað sum um Erla Kongsdóttir fekk fatur á rætta endanum, og heila bátslongdin, sum hevði verið á muni tódnaði til eina hálva. Men tað var nóg mikið hjá nýggja vágsbátinum.

Ørnin og Svanur kappaðust í fjør um FM heitið, men hesa ferð endaðu hesir báðir bátarnir ávikavíst á fimta og sjeynda plássi. Rógvararnir vildu vera við, at fríska lotið órógvaði tær. Tað er staðfest, at hesir báðir bátarnir eru ikki einavaldandi longur. Hvør stirðil er í teimum fæst at vita komandi leygardag.