Vaksandi áhugi fyri Intertoto Cup úti í Europa

Fótbóltur: VB fær sín altjóða elddóp seinni í ár, tá liðið skal luttaka í Intertoto Cup-kappingini. Áhugin fyri hesi kapping er vaksandi úti í Europa

Áhugin fyri summarveddikappingini hjá UEFA, Intertoto Cup, hevur seinnu árini verið sera lítil, men nú tykist áhugin at vera vaksandi aftur úti í Europa.

Tá freistin fyri at melda lið til var úti 30. januar, høvdu so at siga øll tey europeisku fótbóltssambondini víst sín áhuga fyri kappingini, eisini tær stóru fótbóltstjóðirnar. Burtursæð frá Onglandi, sum ikki vil hava meir enn eitt pláss, hava øll hini ovastu átta UEFA-londini boðað frá, at tey vilja hava bæði plássini, tey hava rætt til í kappingini.

Á fundi í Geneve tann 11. februar kunngjørdi kappingarnevndin fyri Intertoto Cup, hvussu nógv lið tey ymsu londini fáa við. Italia, Frakland, Spania, Týskland, Holland, Portugal og Belgia fáa tvey lið. Annað av liðunum úr hesum londum kemur ikki inn í kappingina fyrr enn í 3. umfari, eins og tað enska liðið eisini bíðar inntil hetta umfarið. Hitt liðið í hesum sjey londunum kemur upp í kappingina í 2. umfari.

Grikkaland, Russland, Turkaland, Danmark og Eysturríki fáa eisini tvey lið við í kappingina. Annað av liðunum úr hesum londunum byrjar í 2. umfari, meðan hitt verður við frá byrjan.

Og Svøríki, Noreg og Schweiz hava eisini tvey lið við, sum bæði vera við frá byrjan.

Av UEFA-londunum eru tað bert Skotland, Moldova og Andorra, sum ikki hava meldað nakað lið til Intertoto-kappingina. Bosnia-Hersegovina, Liechtenstein og San Marino eru heldur ikki við, tí hesi londini ikki eru umboðað í UEFA Cup-kappingini.

Nú hava tey ymsu fótbóltssambondini freist til 2. juni at boða frá, júst hvørji lið tey senda til kappingina. Tað hevur leingi verið greitt, at føroyska liðið í kappingini verður VB.

Og tann 24. apríl fáa vágbingar at vita, úr hvørjum landi liðið, teir skulu spæla ímóti, kemur. Tá verður lutakastið til trý tey fyrstu umførini í franska býnum Nyon. Júst hvat lið VB fær, verður ikki greitt, fyrr enn kappingini í tí landinum, liðið kemur frá, er liðug. Lutakastið til tvey tey seinastu umførini verður ikki fyrr enn eftir at 2. umfar er liðugt spælt.


Tvørrandi áhugi

Intertoto Cup-kappingin varð stovnað sum ein veddikapping, so tey, sum vedda í fótbólti, eisini hava okkurt at vedda um, meðan tær stóru europeisku landskappingarnar eru í summarfrí. Men undirtøkan hevur verið sera misjøvn, og serliga í Onglandi hevur kappingin fingið lítla og onga undirtøku. Fyri tveimum árum síðani kom tað enntá so langt, at Ongland ikki vildi senda nakað lið við, og UEFA hótti við at taka eitt pláss í UEFA Cup-kappingini frá onglendingum.

Trupulleikin varð tó loystur í øllum góðum, og nú er eisini okkurt at spæla fyri hjá liðunum í Intertoto Cup. Trý tey ovastu liðini sleppa við í UEFA Cup-kappingina, sum byrjar í heyst.

Fyrr hevur kappingin verið skipað í bólkum, har liðini spæla fýra dystir móti fýra ymsum liðum, tveir heima og tveir úti. Kappingin í ár broytt soleiðis, at spælt verður eftir cup-skipanini frá byrjan av. Sostatt skal VB í fyrsta umfari bert spæla tveir dystir, ein heima og ein úti, og tað hava tey einki ímóti í Vági. Hetta ger tað fíggjarliga takið eitt sindur lættari, og harumframt er tað ikki so krevjandi av leikarunum.

Tann fyrri dysturin hjá VB verður 20. ella 21. juni, og returdysturin verður so eina viku seinni, 27. ella 28. juni. Um VB sleppur víðari, skulu teir spæla 2. umfar 4. ella 5. juli og returdystin 11. ella 12. juli. 3. umfar verður 18./19. juli og 25. juli. Hálvfinalurnar verða spældar 29. juli og 5. august, og finalurnar, sum eru tríggjar í tali, verða so 11. og 25. august. UEFA Cup-kappingin byrjar 15. september, tá teir tríggir Intertoto-vinnararnir verða við.