Ólavur í Beiti
Í gjár fóru umboð fyri J.K. Joensen & Sonur í Miðvági yvir til Alaska á fiskivinnuframsýning sum verður um nakrar dagar í Kodiak á oynni Kodiak í Alaska, og sambært stjóranum Jákup Joensen, er áhugin vaksandi fyri tí fult automatisku snelluni har yviri.
J.K. Joensen & Sonur hava selt snellur til Alaska áður, kanska mest hondsnellur, men nú er myndin broytt, nú vilja fiskimenn har yviri eisini royna automatiskar snellur og kanska serliga tí vælumtóktu 0-316.
Broyttar fortreytir
Jákup Joensen, stjóri í J.K. Joensen & Sonur, sigur, at forteytirnar eru nakað broyttar yviri í Alaska nú, men seinnu árini hevur lítið og einki samskifti verið við Alaska á hesum øki.
? Alt í alt hava vit selt einar 200 snellur til hetta stóra land og hevur tað fyri ein stóran part verið hondsnellur, men nú upp undir vertstíðina fyri toskafiskiskapin vísir seg at vera vaksandi áhugi fyri teim fult automatisku snellunum, og fyrispurningur er eisini komin um oljutrykksnellur, sigur stjórin
30 fót og størri
Bátarnir, sum brúktir verða har yviri til snellufiskiskap eru 30 fót og størri, og tá ið fiskiskapurin hjá teimum hevur verið góður í seinastuni, síggja teir seg nú førar fyri at fáa sær betri og effektivari reiðskap.
Mett verður, at eini 5.000 vitjandi koma til fiskivinnuframsýningina í Kodiak. Kodiak er hjartapunktið, tá ið hugsað verður um fiskiskap í Alaska.