Ólavur í Beiti
Viðvíkjandi havumhvørvinum og uppgávum í.s.v. oljudálking v.m., stendur í ávegis frágreiðingini um Tilbúgvingarverkætlan Føroya, at í 1999 var havumhvørvislógin sett í gildi í Føroyum. Oljumálastýrið umsitir lóg um verju av havumhvørvinum. Lógin er rammulóg við atliti til fyrisitingar- og eftirlitsskipan.
? Her liggur stórt arbeiði á, eftirsum at heimildirnar hjá danska miljø- og energiministeriet nú eru undirlagdar Føroya Landsstýri. Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeiðir við at leggja tilrættis allar kunngerðirnar, sum skulu knýtast at havumhvørvislógini.
Hava útgerð til taks
Og viðvíkjandi og ábyrgdini av at basa havumhvørvisdálkingum, so er hon ikki lógarfest, men lagt verður upp til, at Vaktar- og bjargingartænastan røkir uppgávuna, sigur frágreiðingin.
? Í samband við frálandavirksemi er tørvur á útgerð til at basa oljuspill í firðum. Krøvini til oljufeløgini verða í royndarboringarumfarinum, at feløgini sjálvi skulu hava oljubasingarútgerð í Føroyum tvs. umborð á vaktarskipunum og í útgerðarhavnini.
? Harumframt skulu feløgini prógva, at tey hava útgerð til taks til størri oljuspillvanlukkur td. sum limir í Oljuspillútgerðar-samtøkum. Hetta merkir, at í hesum umfarinum av frálandavirkseminum verður mælt til bert at gerða íløgur í útgerð til oljuspillútgerð, sum ikki er tengt at frálandavirkseminum.
Og mælt verður tí til, at Vaktar- og bjargingartænastan ger íløgur í neyðuga oljubasingarútgerð, at Vaktar- og bjargingartænastan ger tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisspill í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Oljumálastýrinum tvs. tilkallingarskipan og mannagongdir, at Vaktar- og bjargingartænstan mennir eina skipan soleiðis at fólk eru sum kunna handfara og halda útgerðina viðlíka og røkja uppgávuna í.s.v. oljuspill.