Vaktarskifti á Áarvegnum

Mánadagurin 6. desember var ein søguligur dagur á Hotel Hafnia. Hendan dagin fylti ein av stjórunum, Johan Restorff, 65 ár, og sama dag bleiv hotellið selt til nýggjar eigarar

Móttøkan var fyrrapart á degi, og vóru yvir 300 fólk í øllum aldri, sum góvu sær stundir at heilsa upp á Johan og familjuna. Har vóru vinir og kenningar, familja, og fleiri av skúlakammeratunum frá realskúlanum 1956.

Fleiri talur vóru hildnar, og sangur og tónleikur var á skránni.

Millum tey sum tóku orðið vóru systrarnar hjá Johan, Birgit og Kirstin, Jógvan við Keldu, Jógvan Gerðalíð, Knút Háberg, Arnstein Niclasen, og Heri Niclasen. Eisini sungu MC Restorff og Jógvan Norðbúð og Ólavur á Váli.

Johan varð føddur og búði tey fyrstu árini við Áarvegin, har Hotel Hafnia er bygt, og har hevur hann havt sítt lívsstarv. Liðugur við realskúlan byrjaði hann longu sum 16 ára gamal at arbeiða á hotellinum, og fór síðan til Danmarkar at fáa sær hotelútbúgving á Hotel Baltic í Nykøbing Falster.

Afturkomin í 1960 fór hann at hjálpa pápanum við hotellvirkseminum, og síðan hevur Hotel Hafnia verið hansara virkisøki og arbeiðspláss. Út- og umbyggingar eru farnar farm øll árini. Tá hann byrjaði, hevði hotellið 18 kømur, og í dag eru 58 kømur við øllum hentleikum, og matstovan og hølini eru millum tey mest kendu í landinum.

Tey, sum hava sína dagligu gongd eftir Áarvegnum, munnu fara at sakna Johan, sum altíð er blíður og fyrikomandi og gevur sær tíð til eitt prát.

Í arbeiði sínum sum hotellstjóri hevur Jóhan, saman við starvsfeløgunum, duga sera væl at vísa gestunum blíðskap, so teir hava kent seg væl.

Vit kunnu leggja afturat at elsti sonur Esther og Johan, Jan Restorff , sum býr í Danmark, eisini fylti 6. desember, hesaferð fylti hann 37 ár.