Samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen fer í kvøld at hugleiða um val og valtøl í Norðoyggjum á Klaksvíkar Bókasavni.
Jóannes Hansen hevur nógvu tey seinastu árini verið viðmerkjari í sjónvarpinum valkvøldini, og í heyst hevur hann skrivað um val og tøl í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum.
Jóannes er ættaður úr Klaksvík, og í kvøld fer hann at hugleiða um valini til løgtingið í Norðoyggjum, sum hava verið síðani floksbýtið í 1906.
Tiltakið verður á Klaksvíkar Bókasavni í kvøld kl. 19.30