Fyri fyrstu ferð í 56 ár er frælst val í Tunesia í dag, og sjey milliónir tunesar hava rætt til at atkvøða og manna tað nýggja tjóðartingið.
Fyribilsforsetin, Fouad Mebazza, hevur sagt, at hann fer frá, so skjótt valið er avgreitt, og at hann fer at viðurkenna valúrslitið, sama hvør vinnur, og hvønn lit meirilutin fær.
Tað nývalda tingið skal skriva nýggja grundlóg og tilnevna ein fyribilsforseta og eina stjórn, sum skulu stýra landinum, til ein nýggj stýrisskipan væntandi er klár um eitt ár ella so.
Uppreisturin í Tunesia var tann fyrsti í tí sokallaða arabiska várinum, og hann endaði við, at Zine el-Abidine Ben Ali, forseti, noyddist at flýggja av landinum. Tað eru níggju mánaðir síðani.