Herfyri varð móttøka í Müllers pakkhúsi í Havn í sambandi við at tvey tey fyrstu bindini um søguna hjá Havnini eru komin út. Formaðurin í Mentamálanevndini hjá býráðnum, Heðin Mortensen fegnaðist um bókaverkið og beyð øllum hjartalgia vælkomin í Múllers pakkhús. Hann segði víðari:
? Fyri Tórshavnar býráð skal eg ynskja høvundunum ? Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe ? hjartaliga til lukku við stórfingna bókaverkinum um Havnar søgu, sum í dag verður lagt fram her í saltkjallaranum í Müllers pakkhúsi.
Talan er um fyrstu tvey bindini, ið røkka frá landnámstíðini til 1816. Og vit kunnu alt fyri eitt staðfesta, at tað er eitt valaverk, ið verður lagt fram.
Eg skal eisini nýta hetta høvi at takka tykkum, sum hava lagt til rættis eina fjølbroytta og áhugaverda framsýning í sambandi við bókaútgávuna.
Sum formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs fegnist eg um, at Müllers pakkhús er karmur um hesa bókaútgávu og framsýning, og ikki er tað sørt, at eg eri glaður og frøist um, at vit í sínari tíð tóku avgerð um at varðveita og gera í stand hetta søguliga hús, ið sum frá líður, kemur at standa sum eitt virðiligt og prýðiligt minni um eina farna tíð.
Hóskiligari umhvørvi um hesa bókaútgávu og framsýning finst valla í býnum, - her andar av søgu og mentan.
At fáa skrivað Havnar søgu hevur leingi verið ynski hjá býráðnum, og við árunum eru komnar fleiri bøkur, sum lýsa partar av hesi søgu. Tað veri seg minningarrit um persónar, fyritøkur, feløg og felags-skapir, siðsøgulig verk, skaldsøgur og endurminn-ingar umframt bøkur, ið lýsa tilburðir, hendingar og broytingar í býnum. Alt munagóð klípi í varðan at varðveita partar av søguliga og mentanarliga virkseminum í Havn.
Men eitt fullfíggjað bókaverk um Havnar søgu hava vit saknað.
Í álitinum um mentan og list í Tórshavnar kommunu, ið ein arbeiðsbólkur, settur av Tórshavnar býráð, lat úr hondum fyri sløkum 4 árum síðani, verður mælt til, at býráðið letur upp í hendurnar á kønum fólki at skriva Havnar søgu frá landnámi til okkara dagar.
Og tað var hesum tilmæli mentamálanevndin fylgdi, tá ið heitt var á Annfinn í Skála, Jógvan Arge, Andras Mortensen, Bárð Jákupsson og Gunnar Hoydal at gera eina ætlan fyri arbeiðið.
Ritstjóranevndin vendi sær til søgufrøðingarnar Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe, og fekk teir áhugaðar at taka á seg uppgávuna.
Vit vistu væl, at tað er ikki løtuverk at skriva eina fullfíggjaða Havnar søgu. Tí hava vit roynt at givið høvundunum so góðar arbeiðsumstøður sum gjørligt. Teir hava havt farloyvi sum lærarar í Hoydølum fyri at arbeiða burturav við útgávuni, alt fyri at hugsavna seg um at skriva og granska í skrivligum keldum og bókmentum um Havnina.
Og nú fyrsti partur av bókarøðini sær dagsins ljós, fegnast vit um hetta stórsligna verk, ið eg veit fer at verða ein fongur hjá øllum søguhugaðum fólki í landinum, tí Jens Pauli og Kári hava m.a. funnið fram nógv forvitnisligt skjala- og myndatilfar - kort, tekningar, skitsur og annað, sum vit ikki áður hava sæð.
Fyri Tórshavnar býráð skal eg nýta hetta høvi at takka tykkum øllum fyri dygdargott arbeiði.
Fyrst og fremst høvundunum, Jens Paula Nolsøe og Kára Jespersen. Ritstjóranevndini fyri teirra leiklut í hesum arbeiði. Jákupi Simonsen deildarleiðara og Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið stend-ur fyri útgávuni. Prent-listarliga arbeiði hava Repro-Z og Ingi Joensen gjørt.
Eg takki starvsfólki á Føroya Fornminnissavni, Tórshavnar Býarsavni, Jónhild Johannessen og Dekostovuni fyri áhugaverdu framsýningina í sambandi við bókaútgávuna. Tað skuldi undrað meg, um ikki nógv fólk fer at vitja Müllers pakkhús komandi dagarnar.
Takk øll tit mongu, sum á einhvønn hátt hava dugnað útgávuni og framsýningini.
Lat meg enda við at siga, at tað skal verða mín vón, at væl verður tikið ímóti fyrstu tveimum bindunum, og at ikki verður helmað í, fyrr enn málið at fullføra verkætlanina er rokkið tí, sum tað so mangan er sagt: fyri at skilja nútíðina, er neyðugt at kenna fortíðina.
Eg ivist ikki í, at nógv forvitnisligt er og fer at koma undan kavi segði Heðin Mortensen, formaður í mentunarnevndini.