Vald á valinum 21. nov.

Í Nes kommunu verður ikki stillað upp politiskt. Vanliga er ein almennur fundur, har stillað verður upp í mun til, hvussu nógvar atkvøður tú fært á hesum uppstillingarfundi. Tað verður als ikki spurt um politiskan lit.

 

Súni í Hjøllum




Í Nes kommunu verður ikki stillað upp politiskt. Vanliga er ein almennur fundur, har stillað verður upp í mun til, hvussu nógvar atkvøður tú fært á hesum uppstillingarfundi. Tað verður als ikki spurt um politiskan lit.

Í ár komu 4 listar inn.

Listi A ? hin sonevndi almennilistin fekk 390 atkvøður og 5 bygdaráðslimir

Listi B ? kvinnulistin fekk 93 atkvøður og 1 bygdaráðslim

Listi C ? nakrir borgarar tóku stig fekk 151 atkvøður og 1 bygdaráðslim

Listi D ? nakrir borgarar tóku stig fekk 24 atkvøður og 0 bygdaráðslimir.

Bygdaráðið var valt í hesi raðfylgju:

Nr. 1 Súni í Hjøllum 90 atkvøður á lista A

Nr. 2 Eyðfinn Olsen 42 atkvøður á lista A

Nr. 3 Símun Johannesen 61 atkvøður á lista C

Nr. 4 Jan Danielsen 42 atkvøður á lista A

Nr. 5 Marjun Gaardbo 39 atkvøður á lista A

Nr. 6 Katrin Poulsen 31 atkvøður á lista B

Nr. 7 Haldur Vang 38 atkvøður á lista A.


Bygdaráðið skipaði seg á almennum fundi hóskvøldið 7. desember. Frammanundan hava verið 2 innanhýsis fundir.


Skipan:

Marjun Gaardbo, borgarstjóri

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri


Fíggjarnevnd:

Marjun Gaardbo, formaður

Jan Danielsen

Eyðfinn Olsen


Tekniska nevnd:

Súni í Hjøllum, formaður

Haldur Vang

Símun Johannesen


Mentunarnevndin:

Katrin Poulsen, formaður

Símun Johannesen

Eyðfinn Olsen


Aðrar nevndir

Valnevndin:

Oda Højgaard, Ólavur Magnussen, Kaj Højgaard, Johan Johannesen, Magnus í Hjøllum, Vilmund Jacobsen (eyka), Álvur Højgaard (eyka).


Skattakærunevndin:

Eyðfinn Olsen


Eysturoyar Røktar- og Ellisheim:

Katrin Poulsen


Kongshavnar Havn:

Símun Johannesen


Heilsumiðstøðin í Runavík:

Súni í Hjøllum


Umboð í SEV:

Súni í Hjøllum, Jan Danielsen


Umboð í IRF:

Eyðfinn Olsen


Umboð í Føroya Kommunufelag:

Jan Danielsen


Bókasavnsnevndin:

Sørin Johannesen, Josefina Jacobsen, Asbjørn Vang.


Barnaverndarnevndin:

Janus Gunnarsson, Fía í Túni, Oddfríða Højgaard, Anna á Torkilsheyggi, Torleif Johannesen, Ingrid Hansen (eyka), Thomas Dam (eyka).


Viðmerkingar:

Eftir bygdaráðsvalið í Nes kommunu stendur, at hóast veljarin gav mær og mínum sjónarmiðum í kommunalpolitikki sera dygga undirtøku (so stóra persónliga undirtøku hevur eingin fingið áður í Nes kommunu) so varð tað ikki nóg mikið til at gerast borgarstjóri. Valið fall á nr. 5!!! Eg skilji væl, at veljarin setur spurnartekin við demokratiið?

Almenni listin hevur fingið ein stóran trupulleika í framtíðini, tá ið sagt verður, at hann er ópolitiskur.

Eg eri als ikki beiskur, í politikki nyttar einki at vera beiksur, tí í politikki kann alt henda. Eg havi verið við so leingi, at eg veit, hvussu leikurin mangan kann ganga.

Nú líti eg frameftir og gleði meg til at fara aftur til arbeiðis sum formaður í Teknisku Nevnd og soleiðis vísa meg verdugan til stóra álitið, sum veljarin gav mær á valdegnum. Mong stórmál liggja fyri framman. Gevur Guð mær heilsuna, so skal mín partur ikki liggja eftir.