Valdemar gekk í skúla og tók millumskúlaprógv í Havn. Longu sum 16 ára gamal fór hann í 1949 til Danmarkar í Handilslæru. Leiðin gekk til Holbæk, har hann stóð í læru hjá handilsfyritøkuni "Bjørns Efterfølger" Eftir lokna skúlatíð fór hann til Newcastle í Onglandi, har hann arbeiddi sum skrivstovumaður í eitt tíðarskeið. Í 1953 flutti hann so til Føroyar at føra familjufyritøkuna Valdemar Lützen víðari. Hetta gjørdi hann m..a við at opna handilin niðri í Vágsbotni. Tað er ikki ov nógv sagt, at Valdemar er ein býarmynd í Havnini. Við sínum lætta lindi, har altíð er tíð til eitt prát ella eina skemtisøgu. Hann hevur 50 ára starvsdag í Vágsbotni 1. august í ár. Tað er ikki bert í Vágsbotni at hann hevur lagt eitt megnaravrik eftir seg. Fyritøkan hevur eisini avgreiðslu og skrivstovu úti í Rættará, har hann eisini hevur virkað hesi 50 árini. Valdemar hevur havt fleiri nevndarstørv, eitt nú á Føroya Handilsskúla og í Prísráðnum. Hann hevur virkað sum franskur konsul síðan fyrst í 1970-unum, og leggur hann hetta starv frá sær, nú hann fyllir sjeyti. Í Havnini rann saman millum Nannu Heinesen og Valdemar. Tey giftust 18. juli 1959, og eiga tey fimm børn. Nanna og Valdemar eiga sjey ommu- og abbabørn. Føðingardagin er Valdemar burturstaddur.