Tað kann sigast, at Valdemar er av góðum bergi brotin. Millum hansara ættarfedrar eru tveir av okkara kendastu tilflytarum í 19. øld, nevniliga Andreas C. Lützen og Martin C. Restorff, sum í so stóran mun hava merkt handilslívið í Havn og Føroyum.
Børnini hjá teimum báðum, Henrietta Restorff og Jacob Lützen, giftust og fingu nógv børn. Eitt av teimum var Valdemar Lützen.
Hetta kann vera eitt gott høvi, at greiða eitt sindur frá virkseminum hjá Valdemar Lützen.
Jacob Lützen fór undir konservesvirksemi í gomlu fabrikkini hjá Østrøm. Sonurin Valdemar var í Bergen fyri at seta seg inn í konservesframleiðslu, og tað var hann, sum kom at standa fyri hesum. Men aftaná fyrra veraldarbardaga, var ein støðgur. Tá legði Danmark toll á konserves. Seinni kom gongd á aftur og arbeitt varð við bæði lunda og lomvigabringum og eisini haru í dós. Tað er imponerandi at síggja tær flottu etikettir, sum vórðu settar á dósirnar. Og væl var vøran umtókt. Í 1908 fekk hon virðisløn og diplom á stórari framsýning í Århus.
Á fabrikkini vóru maskinur til at gera blikkini. Fabrikkin gekk fram til 1939, tá umstøðurnar undir krígnum gjørdu tað ómøguligt at halda áfram.
Valdemar byrjar á jólum 1904
Í 1904 søkir Valdemar um at fáa handilsloyvi. Jólaaftan sama ár byrjar hann at selja millum annað "kul, koks og brænde samt byggematerialer". Hann fær sáttmála at lata vørur til Færøernes Fyrvæsen og donsku sjóverjuna. Hann keypti skonnartina Olaus, sum var komin inn á Skálafjørðin fullfermd við koli. Men skipið hevði eisini leka. Valdemar leigar eitt øki inni á Strondum, og hann nýtir Olaus sum hulk. Tað er frá hesum, at staðarnavnið Hulkur stavar. Í 1934 byggir hann oljutanga á Hulki, og her selur hann kol og olju til skipini. Hetta virksemi hevur hann til seinni heimsbardagi brestir á.
Valdemar var yvirhøvur væl lýddur sum ein góður arbeiðsgevari. Á Strondum varð hann kendur fyri at gjalda lønina í hondina. Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja á bygd tá í tíðini.
Valdemar hevði sera fjølbroytt virksemi. Í 1930 varð sandbáturin Slúkur keyptur, og Valdemar og Niels í Heiðunum seldu sand saman. Valdemar fekk sær eisini roykivirki, har teir royktu sild og áll.
Eisini átti hann skip. Fyrst Forældres Minde og síðan Syv Søstre, uppkallað eftir hansara sjey systrum.
Valdemar var eisini ein av undangongumonnum í mjólkaforsýningini í 1908, sum vit hava greitt frá í eini Miðviku herfyri. Hetta var stórt frambrot tá í tíðini.
Hann var eisini í mong ár umboð fyri eitt enskt tryggingarfelag, har stórur partur av føroyskum sethúsum vórðu tryggjað.
Valdemar hevði eisini umsorgan fyri okkara sjófólki, og hann var ein av oddamonnunum, tá ið sjómansheimið í Havn varð bygt.
Hann var eisini oddamaður hjá arbeiðsgevarum, tá ið arbeiðararørslan tók seg upp og var við til at gera fyrsta sáttmálan við Havnar Arbeiðsmannafelag í 1916. Hetta varð gjørt uttan verkfall.
Hann var eisini kirkjuverji og var kendur fyri sítt sosiala medvit. Hann lívgaði hjá mongum, sum vóru illa fyri.
Skeiva pakkhús
Í 1928 lat Valdemar Skeivapakkhús byggja. Grótarbeiðið við Skeivapakkhús stóð skrivarin Jens Jensen fyri saman við Essa á Kirkjuveg. Valdemar fekk gjørt eina lítla smiðju uppi á Høgu-kaj skamt frá trappuni niður á Lágu-kaj. Timburarbeiðið høvdu Frants & Óli Mortensen av Argjum. Valdemar kravdi at eitt stórt hurðahol bleiv gjørt í kjallaranum á suðursíðuni, men skrivarin noktaði. Valdemar fekk hann at gera tað við at taka skyldina á seg. Skrivarin segði tað var óðamannaverk. Hurðaholið bleiv so múrað til, men fleiri ár seinri tikið frá aftur, og hurð sett í, so teir stóru lastbilarnir kundu fáast innar. Sig so ikki at Valdemar var framsíggin! Skeiva pakkhús er í dag goymsla hjá Lützens Timburhandil.
"Kul, koks og brænde"
Valdemar Lützen handlaði við byggitilfari og timbri. Timbrinum gavst hann við síðst í 1920-unum. Men byggitilfari, jarni, cementi, múrsteinum og øðrum helt hann fram við, og eisini kolinum, koksinum og brenninum. Í 1959 fór fyritøkan tó aftur at selja timbur, og hesin partur av virkseminum verður nú rikin av Lütsens Timburhandli.
Eina tíð keypti Valdemar eisini torv úr Rituvík at selja havnafólki. Í 1920-unum varð koyrt runt í býnum við hestavogni við vøru. Tá byrjaðu bilar at koma, og so við og við keypti Valdemar teir kendu gulu lastbilarnar, sum høvdu nr. 16 og 32.
Í Vágsbotni móti Bryggjubakka stóðu neyst og her lá trægoymsluhús hjá Vágsbotnshandlinum. Í fyrru helvt av 1920-unum vóru hesi hús tikin niður, og betongbygningar stoyptir. Valdemar Lützen átti tann norðasta av teimum. Hann hevði verið í Bergen, og hann mælti til, at bygningarnir fingu sama snið, sum Hansabygningarnir á Tyskerbryggen í Bergen. Skrivstovan hjá Valdemar Lützen var øll árini úti í Fabrikkini í Rættará, men tá ið bygningurin á Bryggjubakka var liðugur í 1923-24, var flutt higar. Men so flutti hann útaftur í mars 1940 í nýggja skrivstovubygningin, ið bygdur bleiv sunnanfyri Fabrikkina og yvir Rættará. Konsul Mason hevði eisini skrivstovu hjá teimum í Rættará undir krígnum. Har komu tí nógvar skipsmanningar at stempla passini hjá Mason.
Eisini olja
Tað hevur helst verið í 1930-unum, at Valdemar Lützen yvirtók DDPA- agenturið. Men tá ið kríggið brast á, var eingin leverandørur úr Danmark. Tá sendi Valdemar eitt telegramm yvir til Rockerfeller í New York. Hann svaraði aftur og spurdi hvør handlaði við olju. Hann fekk at vita, at tað var Shell og DDPA. Ja, um vit kundu vera samdir, var einki í vegin. Eingin trygging var, so Valdemar Lützen tók ábyrgdina bæði fyri Shell og DDPA. Ein oljubátur Tuxhavn sigldi undir øllum krígnum úr Onglandi við petroleum, bensini og olju til bæði Shell og DDPA.
Hetta oljuævintýrið endaði í 1949, tá Esso sjálvt, seinni Statoil, yvirtók oljuna.
Valdemar Lützen hevur verið eitt gott arbeiðspláss, har fólk hava støðast væl. Hetta er framvegis galdandi. Fleiri hava arbeitt her heilt upp til 50-60 ár.
Mogens setur við
Sonur Valdemar, Mogens, tók yvir tá ið gamli Valdemar fall frá. Mogens setti so synirnar við, tá teir komu til.
Valdemar fór fyrst í 1950-unum til Danmarkar, har hann var í læru hjá fyritøkuni Bjørns Efterfølgere í Holbæk. Tað var her pápin Mogens eisini var í læru í sínum ungu døgum. Mogens ætlaði at vera longri, men tá var kreppa í Føroyum, og pápin bað hann koma heim aftur.
Seinni fór Valdemar til Onglands at læra meira handilsskap og eisini enskt mál. Her var hann hjá teirri fyritøkuni, sum Valdemar Lützen keypti kolið frá, og sum var størstu kolaútskipari í Bretlandi.
Í 1952 keypir Mogens nakrar av bygninginum í trotabúnum hjá Zacharias Heinesen, sum var farin í húsagang.
Her ger Mogens tann handilin, sum í mong ár myndaði Vágsbotn. Hetta er bygningurin har Sosialurin og Miðlahúsið halda til í dag. Her kom Valdemar at arbeiða, tá ið hann kom heim aftur.
Nú er virksemið hjá Valdemar Lützen samskipað longri yviri á Skálatrøð, har tað eisini byrjaði.
Umframt sítt handilsvirkið hevur Valdemar havt fleiri álitisstørv. Tað fremsta mann vera starvið sum franskur konsul, har hann tók við eftir pápa sínum. Fyri hetta hevur hann eisini fingið franskan riddarakross. Eisini hevur hann verið virkin í nevndini fyri Keypmannafelagnum í mong ár.
Fyri skjótt 50 árum síðani giftist Valdemar var Nannu Heinesen úr Klaksvík. Hon er útbúgvin sjúkrasystir, men síðan hon giftist, hevur hon bert havt hendinga vaktir.
Tey eiga børnini Elin, Haldis, Sunnuva, Valdemar og Høgna, sum nú rekur handilin á Skálatrøð. Høgni eigur eisini ein Valdemar, sum er tann fjórði Valdemar Lützen, so tað er neyvan vandi fyri at navnið verður gloymt!
Nanna er friðarlig og jarðbundin, og hon er eitt álitisfólk. Valdemar tekur tað neyvan illa upp um vit siga, at uttan Nannu hevði hann ikki verið sami maður.
Nú hevur Valdemar sum so lagt frá sær. Menn hann hevur síni ítriv. Hann spælir billiard, er í klubbanum og vitjar javnan undirhúsið í Vágsbotni, har hann fær sær ein sjavs saman við einum práti.
Hann og Nanna er eisini flutt oman aftur í Rættará, har tey bæði búgva í gomlu húsunum hjá Valdemar, har Mogens og Ellen búðu aftaná hansara foreldur. Her er eisini ein stórur havi, har nóg mikið er at tríva í.
Tað kann verða nevnt, at Mogens og Ellen náddu at vera gift í 73 ár, og tað kann ikki vera langt frá meti í Føroyum. Mogens doyði í 2006. Ellen býr á Lágargarði og verður 99 ár fyrsta dagin. Enn er hon bragdlig sum altíð. Henni verður ynskt tilllukku við soninum. Hini børnini hjá Mogens og Ellen eru Kim, Anni, Eydna og Herluf, sum doyði í 1987.
Valdemar kennir sum rímiligt er nógv fólk. Hann er eisini lættur at koma at kenna so blídligur og fyrikomandi hann altíð er.
Ynskt verður honum og eisini Nannu hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum.
ó.