Valencia eru spanskir steypavinnarar

Ígjár var spanska steypafinalan spæld í Madrid millum Valencia og Getafe, úrslitið var, at Valencia vann 3-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Valencia legði hart út, og longu eftir 10 minuttirs spæl vóru teir á odda 2-0 við málum hjá Mata og Alexis. Getafe hevði ringt við at vinna seg eftir hendan skelkin, men beint áðrenn hálvleikssteðgin fingu teir eitt brotsspark, sum Granero setti í netið til 2-1. Getafe trýsti í 2. hálvleiki, og Granero rakti yvirleggjaran í 61. minutti, men 6 minuttir áðrenn tíð staðfesti Fernando Morientes sigurin fyri Valencia. Liðið hjá Ronald Koeman sigraði soleiðis á liðnum hjá Michael Laudrup. Hetta er annað árið á rað, at Getafe tapir sponsku steypafinaluna. Valencia hevur nú vunnið sponsku steypakappingina tvær ferðir í søgu felagsins.