Í blómuhandlinum hjá Karl Øster á Tvøroyri rigga tey til Valentinesdag. Inni í hugnaliga handlinum angar av reyðum rósum og fleiri reyð hjørtu eru at síggja. Blómubindarin Súsanna í Toft stríðist við at gera eitt romantiskt horn, har tann, ið ynskir at gleða sín partnara, kann finna alskyns romantiskar lutir.
-Heilt fitt av fólki støkkur inn á gátt her, og menninir smæðast ikki burtur. Tað eru fleiri, ið koma at keypa til konurnar á Valentinesdegi. Tað eru serliga tær reyðu rósurnar, ið selja væl, sigur eigarin av blómuhandlinum, Anton Øster.
Kvinnurnar eru heldur ikki eiðasørar, og tær eru eisini raskar at velja okkurt til menninar burtur úr tí stóra úrvælinum í handlinum.
-Vit royna at gera rættiliga nógv burturúr; vit pakka blómurnar inn og pynta við hjørtum. Og vit hava leingi opið. Hetta haldi eg dáma bæði monnum og kvinnum væl, sigur Anton Øster.
Vindur upp á seg
Valentinesdagur er eitt rættiliga nýtt fyribrigdi her í Føroyum, og tað er hann eisini í blómuhandlinum á Tvøroyri.
-Hetta er triðja árið, ið vit royna at gera okkurt serligt burturúr hesum degnum. Tað gekk eitt sindur strilti í fyrstani, men nú byrjar tiltakið at vinda upp á seg. Tað er sum um, at vit føroyingar júst eru vorðnir tilvitaðir um, hvat Valentinesdagur er, sigur Anton Øster.
Tó er tað ein annar dagur, ið altíð er toppskorari hjá blómuhandlinum á Tvøroyri.
-Mammudagurin er avgjørt okkara besti dagur her í handlunum. Kanska verður tonkt meira upp á mammurnar enn upp á kvinnurnar, flennur Anton Øster.
Romantiskan bita í Øravík
Sum nakað heilt nýtt fer Hotel Øravík eisini at gera nakað burtur úr Valentinesdegnum. Tey fara at bjóða eina serliga Valentinesmatskrá við onkrum lekrum búffi og einari romantiskari dessert. Tó vænta tey ikki, at hetta verður tað heilt stóra kvøldið.
-Matstovumentanin er ikki heilt tann sama her suðri sum eitt nú í Havn. Her eru fólk eitt sindur trekari, tá ið tað kemur til at fara út at eta. Tey eta heldur heima. Og so er Valentinesdagur eitt so nýtt fyribrigdi her í Føroyum, at tað kanska eru fleiri, ið ikki vita hvør dagurin er, sigur Uni Mortensen, stjóri á Hotel Øravík.
Fakta um Valentinesdag:
Tað er rættiliga óvist, hvar Valentinesdagur hevur sín uppruna, men mest sannlíkt er, at Valentinesdagur er nevndur eftir Sankta Valentinus. Hann var ein prestur í triðju øld í Rómverjaríkinum. Tá var Claudius annar keisari, og hann kravdi av sínum soldátum, at teir máttu verða stakir menn, tí hann metti, at stakir menn vóru betri soldátar enn giftir menn. Hetta fekk Valentinus prest at gifta soldátarnar í loyndum. Tá í Claudius keisari fann út av hesum, fongslaði hann Valentinus. Her hitti Valentinus prestur eina kvinnu, ið hann gjørdist góður við, og hann sendi tað fyrsta valentinekortið, ið hann undirskrivaði frá tínum Valentine.