Vallarin fingið ein faldara

Vallaraheimsbólkurin hevur givið út faldara við upplýsingum um níggju vallaraheim í Føroyum

Tað er tungt at reka vallaraheim í Føroyum, men fyri at gera vart við tey og tað, tey kunnu bjóða, er neyðugt at lýsa. Níggju vallaraheim hava í Vallaraheimsbólkinum tikið seg saman at gera ein faldara í felag við upplýsingum um øll hesi heimini.

- Vallaraheimsbólkurin hevur til endamáls at røkja áhugamálini hjá vallaraheimunum. Fyri at røkka longur út, hava vit gjørt av at geva út ein faldara, tann fyrsta av sínum slag. Áður hava heimini hvør í sínum lagi lýst, og tað er rættiliga kostnaðarmikið. Við at gera ein faldara í felag spara vit nakrar útreiðslur samstundis sum ferðafólkið fær eina betri mynd av útboðnum sum er, sigur Jákup Lindenskov. Hann hevur tilknýti til Fjalsgarð í Oyndarfirði, sum IOGT eigur, og umboðar Vallaraheimsbólkin í Gistingarhúsfelagnum.

Í faldaranum eru upplýsingar um níggju vallaraheim, ið lúka nøkur serlig krøv. Tey eru Gjáargarður við Gjógv, La Carreta í Vestmanna, Á Giljanesi í Sandavági, Áargarður í Øravík, Fjalsgarður í Oyndarfirði, Vallaraheimið í Klaksvík, Skótamiðdepilin á Selatrað, Vallaraheimið hjá Smyril Line í Havn, og Bládýpi somuleiðis í Havn.

Altjóða skeltiseyðkenni, ið siga, hvat heimini hava at bjóða, hvussu tey eru opin og annað, eru við í faldaranum. Hvørt heimið er góðskumett við stjørnum, ið eru eftir skotskari fyrimynd. Trý hava eina stjørnu og restin tvær.

- Stjørnurnar siga nakað um, hvussu støðið er á vallaraheiminum, hvørjir hentleikarnir eru og annað. Tað eru onnur vallaraheim, men tey eru ikki við, tí tey lúka ikki somu krøv sum hesi.

Aftast í faldaranum eru hentir upplýsingar til fremmanta ferðafólkið um Føroyar og tað Føroyar hava at bjóða vallaranum. Tað hevur kostað slakar hálvt hundrað túsund at gera henda faldaran. Vallaraheimsbólkurin hevur fingið stuðul frá Ferðaráð Føroya.