Valluttøkan kann avgera franska forsetavalið

Veljarakanningarnar hava fingið eitt ringt umdømi síðstu árini eftir, at tær fleiri ferðir hava rakt við síðuna av veruligu valúrslitunum, harímillum kendu dømini um Brexit og amerikanska forsetavalið.


Keðiligu royndir við veljarakanningum er møguliga orsøkin til, at politiskir viðmerkjarar eru vorðnir meira varnir við at meta um úrslitið av franska forsetavalinum sunnudagin, hóast Emmanuel Macron fær umleið 18 prosentstig meira enn Marine Le Pen í veljarakanningunum.


Millum teir serfrøðingar, ið ikki tora at siga nakað við vissu enn, er stjórnmálafrøðingurin Aurélien Preud'homme, ið við BBC sigur, at sofaveljarar kunnu verða avgerandi sunnudagin.


- Um valluttøkan verður lág og Le Pen fær dyggan stuðul, so kann hon enda við at fáa meira enn 5o prosent av atkvøðunum, sigur Aurélien Preud'homme við BBC.


Amerikanski valserfrøðingurin Nate Silver, ið var ein av fáu serfrøðingum, ið metti at Donald Trump hóast alt hevði ein møguleika at gerast forseti, metir tó, at støðan hjá Le Pen er nógv verri enn hjá Trump.


- Meðan sigurin hjá Trump og Brexit vóru søguligar hendingar í heimssøguni, so vóru tær púra vanligar hendingar innan veljarakanningar. Feilir upp á 2 til 3 prosentstig eru sera vanligir, skrivar Nate Silver á FiveThirthyEight, og heldur á.


- Men meðan tað eru fleiri fordømi fyri feilir í veljarakanningum, ið eru stórar nokk at velja Trump, so eru tað ikki serliga nógv dømir um ein feil á 26 prosentstig, ið Le Pen hevur brúk fyri. (Tá Nate Silver skrivaði greinina var leiðslan hjá Macron størri)


77 av fraklendingum atkvøddu til fyrsta umfarið í forsetavalinum, ið er tvey prosentstig færri enn í 2012, tá valluttøkan var 79 prosent.