Politiskt hevur seinasta valskeið verið ikki sørt ørkymlandi. Allir flokkar hava undirskrivað samgonguskjal og allir undantikið tjóðveldisflokkurin hava sitið í samgongu ella verið stuðul hjá samgongu.
Ein landsstýrismaður er frákoyrdur vegna vánaligt arbeiðslag, sjálvur løgmaður yvirlivdi akkurát eitt formansval í egna flokki sínum.
Kommunalpolitiskt hevur seinasta valskeið ikki verið minni ørkymlandi enn landspolitiskt. Kommunusamanleggingarhugsanin hevur ørkymlað summi og fingið summi til at taka støðu í bráskundi av ótta fyri at detta í eina kommunu við ovurstórari skuld.
Ofta verður tikið til, at tað var eitt trotabúgv, seinasta samgonga tók við. Eins ofta verður víst á, at politikkurin tey seinastu 4 árini hevur broytt hesa mynd.
Mær vitandi er trotabúgvið á leið tað sama í dag sum fyri 4 árum síðani. Mær vitandi hevur broytingin í arbeiðsloysi og lønarútgjaldingum ikki verið forklárað við politiskum tiltøkum, men við bøttum fiskaprísum og øktum fiskiskapi.
Kappingarførið er so ikki bøtt við teirri fylgju, at neyðugt hevur verið at forða altjóða kapping um fiskin, sum verður fiskaður undir Føroyum.
Seinasta valskeið er eyðkent við tapum. Heldur enn at økja um flutningsmøguleikarnar til útheimin, so kvettu vit bara á stokkinum. Heldur enn at menna Føroya Fiskasølu, so kvettu vit veruliga virði hennara bæði í organisatión og við Chaldur í Grimsby, sum vit lótu av hondum í ómegd.
Heldur enn at loyva eini fríari menning í fiskiídnaðinum á landi, hava vit bjargað Føroya Fiskavirking í einum líki, sum fá í landinum eru góð við.
Og tá vit hugsa um tann pelagiska fiskin, so er tað hugstoytt at síggja, hvussu arbeiðsumstøðurnar eru hjá teimum, sum skulu menna hesa vinnu.
Á vinnuliga økinum hevur seinasta valskeið verið ein oyðimarkargongd uttan verulig framtøk, sum eru politiskt treytað.
Í hesi oyðimarkargongd hava vit niðurslitið samferðslukervið, kapitalapparatið annars og menniskjaliga tilfeingið.
Á samferðsluøkinum hugsi eg serliga um innlendis ferðasambandið, sum neyvan hevur verið verri fyri síðani fyrst í 70-unum, havandi íhuga tørv og dygd. Eg hugsi sjálvandi eisini um sambandið við okkara næstu grannalond, serliga Bretland.
Við kapitalapparatið annars hugsi eg serliga um fiskiflotan og fiskiídnaðin á landi.
Við niðurslitna menniskjatilfeingið hugsi eg serliga um alla ta orku og allan tann privata pening, sum privatir borgarar brúka í einum vinnuligum kyksendi, har tey ikki sleppa úr stað, men heldur søkka djúpari og djúpari og at enda missa mótið.
Eg hugsi eisini um gongdina, har vit meir og meir fáa eitt »øll móti øllum« samfelag.
Fólksins vilji til at flyta seg á talvinum er misnýttur. Fólksins vilji til at brúka av sínum reservum er misnýttur. Fólk eru misleidd. Tað, sum var ein møguleiki (sí eisini grein hjá Kjartani Hoydali herfyri) er vorðið »enn ein sannroynd, at onki ber til«.
Stýrisvølurin?
Men tað, sum er nevnt omanfyri, er hóast alt smátt at rokna móti tí ringasta, sum er hent hesi seinastu 4 árini.
Seinasta samgonga tók við einum samfelag, sum bar til at stýra og hon letur frá sær eitt samfelag, sum illa letur seg stýra. Lat okkum nevna nøkur dømi:
Líta vit at fiskivinnuni, so hevur tað verið ein politiskur málsetningur í fleiri ár, at vit skulu flyta út meirviðgjørdan fisk.
Vit skulu langt aftur í fiskivinnusøgu okkara fyri at finna størri nøgd av óviðgjørdum fiski til útflutnings.
Tað hevur verið ein málsetningur at fáa til høldar virksemi, sum stendst av sildini, sum er við at koma fyri seg aftur. Eg skal ikki siga, at onki er komið burturúr, men tey, sum ítøkiliga skulu menna hesa vinnu, hava ómetaliga trupul ? fyri ikki at siga ómøgulig ? kor at arbeiða undir.
Tað hevur verið ein málsetningur at minka um veiðitrýstið á Føroyagrunninum.
Hóast stór politisk orka er løgd í hetta mál, so standa vit á leið á sama stað, sum Hilmar Kass á sinni við Kassaskipanini. Tíbetur vóru tingmenn so mikið at sær komnir, at teir ikki avtóku hesa skipan.
Tað hevur verið ein málsetningur, at fiskivinnan á landi ? sølulið og framleiðslulið ? skuldu vera í færri og størri eindum. Hóast nógvur peningur er avsettur til endamálið, so hava eindirnar helst ikki verið fleiri í fiskivinnusøgu okkara.
Tað hevur verið ein málsetingur at minka tann almenna sektorin og effektivisera hann.
Tey 5-6000 fólkini, sum arbeiða beinleiðis í tí almenna sektorinum og tey nógvu, sum beinleiðis eru tengd at tí almenna virkseminum, hava helst ongantíð undir heimastýrinum verið minni effektiv ? havandi teir teknisku møguleikarnar í huga.
Í omanfyrinevndu dømum havi eg ikki tikið dagar ímillum, um eg sjálvur eri samdur ella ósamdur um málsetningarnar. Tað er ikki spurningurin í hesum føri. Spurningurin er, um samfelagið letur seg stýra ella ikki letur seg stýra. Og tað sær ikki gott út.
Tí er tað kanska beinrakið, tá onkur hevur tikið til »Bananrepublikkina«, sum júst er eyðkend við, at óvitan ræður og at lítið og onki samband er millum politiskt ynski og amboð til at útinna hesi ynski í verki.
Komandi valskeið?
Samgonguskjalið, sum setir setningin fyri komandi valskeið, er nú loyst úr lagdi. Tað skal byggja á herðarnar á farna valskeið og annars á førleikan í fólkinum.
Onkur brúkar nógva orku til at vísa, at tað ikki er tekniskt (íroknað búskaparligt) møguligt hjá Føroyum at gerast ein sjálvstøðug tjóð uttan peningaligt ískoyti frá øðrum landi.
Í bókini »Dansk U-landshjælp«, 1997, viðger Martin Paldam hjálp til menningarlond og tann týdning, sum tað fær fyri vælferðina. Hetta verður gjørt í einum høpi, sum tey nevna »udviklingsøkonomi«, sum roynir at lýsa, hvat ger, at summi lond vaksa um sína vælferð og onnur minka um vælferðina.
Í hesi bók greiðir Paldam frá, hvussu hjálp frá einum landi til annað avskeplar búskapin í tí landinum, sum fær. Hóast ongin beinleiðis frágreiðing er funnin enn, so benda allar viðgerðir av slíkum stuðli á, at vøksturin í móttøkulandinum minkar munandi við vaksandi hjálp.
Hann gevur tvey boð uppá frágreiðingar: onnur er Hollendsk sjúka, sum hann hevur lýst væl í fyrilestrum og í útvarpinum her á klettunum. Hitt boðið er »lat standa til« effektin.
Tekniskt eri eg sjálvur ikki í iva um, at tað ber til at reka einar sjálvstøðugar Føroyar. Men so krevst áræði og vilji til at stýra. Lesi eg Paldam rætt, so tykjast royndirnar at vísa, at tað eru fá fólk, sum ikki hava fyri neyðini at stýra, men sum tó gera tað.
Dømini frá farna valskeiði vísa greitt, hvat hugsað verður um í so máta.
Soleiðis sum eg síggi tað, so er helst púra óneyðugt at óttast fyri teirri teknisku og búskaparligu síðuni í størri sjálvræði ? slíkir spurningar verða helst greiðari at handfara.
Spurningurin, um vit vilja samríki ella tjóðveldi, er so ein annar og hesi grein óviðkomandi.
Ein annar spurningur, sum hevur verið frammi, er spurningurin um »realitetssansin«. Her má eg siga, at tala frá annars góðum fólki ørkymla meg ikki sørt. Hvønn realitetssans hevði Nelson Mandela? Arafat? Ben Gurion? Martin Luther King?
Ella hvønn realitetssans høvdu føroyingar fyrst í øldini, tá kanningar fóru fram viðvíkjandi veganeti, havnum, el og telefon? Hvønn realitetssans høvdu føroyingar í málstríðnum?
Hvønn realitetssans høvdu tey, sum ætlaðu sær at ferðast til mánan? Vit kundu hildið fram.
Politiskir setningar hava ikki realitetssans í tekniskari merking. Tað eru politisk mál fyri framman. Veruleikin verður til í útinningini. Í flestu førum eru tað heilt onnur fólk, sum standa fyri tí partinum.
Tað er eisini ómetaliga góðtrúgvið at rokna við, at Føroyar gerast sjálvstøðugar uttan eitt stríð onkursvegna. Sjálvsagt rokna vit ikki við vápna-stríði, men t.d. tók málstríðið seg av álvara upp um miðjuna av farnu øld og endabresturin mundi vera í Hoydølum fyrra part av 70-unum, tá trý fólk máttu ofra studentsprógvið í hesum stríði. Stórt hundrað ár!
Tað verða altíð tey, sum mótarbeiða framburði. Tað verða tey, sum vilja gjalda prísin. Og millum hesi verður fjøldin. Er fjøldin umboðað av »hentum idiotum«, so fáa vit ongan framburð og er fjøldin umboðað av skilafólki, so er framburður í eygsjón.
Eg vil tí ynskja Anfinni Kallsberg og politiska myndugleikanum annars, góðan byrð og gott arbeiðslag tey næstu árini til at halda fast í eini kós, sum vit onnur í verki kunnu vera við til at undirbyggja.
Tekniskt eri eg sjálvur ikki í iva um, at tað er bygnaðurin í tí almenna sektorinum, sum eigur at standa ovast á bredd-anum, tá vit hugsa um, hvussu vit tekniskt skulu megna at taka fíggjarliga ábyrgd, sum byggir á eitt moderna vinnulív. Onki nýtt í tí!
Signar P. Heinesen