Valstríðið er ikki bara fyri politikarar

– Fleiri kompetent fólk skulu taka lut í kjakinum, og vit skulu hoyra onnur enn bara politikarar

Endamálið er at kval­i­fi­sera kjakið um nakr­ar grund­leggj­andi stríðs­spurn­ing­ar í før­oysk­um ­po­l­i­tikki, sig­ur Heini í Skorini, sum skip­ar fyri ráðstevnuni »Hvønn veg skulu vit fara?« í Norð­ur­land­a­hús­i­num týs­kvøld­ið 11. oktober.
Heini í Skorini sigur, at pol­i­tikk­ur hev­ur alt ov stór­an týdn­ing til, at pol­i­tik­ar­ar­nir eins­a­mall­ir skulu um­sita hann. Tað merk­ir, at aft­ur at val­evnunum mugu nógv fleiri røddir luttaka. Ser­frøð­in­g­ar, miðlar, við­merkj­ar­ar o.s.fr.
– Ráðstevnan er ein roynd at fáa fleiri fólk at lut­taka í val­stríð­num. Kom­pe­tent fólk, sum hava sjón­ar­mið og mei­n­ing­ar um pol­i­tikk, men sum ikki eru tengd at part­a­pol­it­isk­um bind­ing­um. Sum ikki dyst­ast um has­ar 33 sess­ir­nar í ting­in­um, og sum ikki hava fyri neyð­ini at hugsa um at­kvøð­ur, velj­ara­seg­ment, pop­u­laritet o.s.fr. Lut­tak­ar­ar­nir eru í stór­an mun ser­frøð­ing­ar, og tað er við til at kval­i­fi­sera kjakið um, hvønn veg vit skulu fara. Evn­ini við­gera eisini nakr­ar høv­uðs­kon­flikt­ir í før­oysk­um pol­i­tikki: loys­ing vs. sam­band, mið­stað­a­r­øki vs. út­jað­arin, bú­sk­ap­ar­pol­i­tikk­ur og vinn­­­u­pol­­­i­tikk­ur, sig­ur Heini í Skor­ini.
Hann vís­ir á , at kom­andi viku­r­n­ar verð­ur før­o­yski velj­ar­in bomb­a­r­der­að­ur við val­lyft­um til høgru og vinstru, sum eru grat­is og ó­for­plikt­andi, tí val­evn­ini hava sjáld­an svar uppá, hvað­ani peng­­ar­­nir skulu koma, og hvar vit heilt í­tøki­liga skulu spara fyri hvørja nýggju íløgu, sum verð­ur lov­að. Flokk­ar­nir gera ongar fíggjarætlanir og út­rokn­ing­ar, sum átti at ver­ið grund­ar­lag­ið undir eini og hvørj­ari val­kamp­anju. Tí verður eitt valstríð stund­um for­út­sig­i­ligt. Høv­uðs­per­són­ar­nir ganga aft­ur, og re­tor­ikk­u­­rin er hin sami.
– Men sjálvur havi eg tað so­leiðis, at tá serfrøðingar, við­merkj­ar­ar og eyg­lei­ð­ar­ar trína fram, verður tað brád­liga meiri for­vitn­is­ligt. Hvørj­ar vinn­u­pol­it­isk­ar re­form­ar eft­ir­lýsir Marita Ras­mus­sen? Hvat held­ur Jo­hnny í Grót­i­num um bú­skap­arstýr­ing­ina­? Hví held­ur Jó­ann­es Jac­ob­sen, at sent­r­al­i­ser­ing er neyðug? Hvat er mótargumentið hjá Sám­ali Matras Krist­i­­an­sen? Heri á Rógvi hev­ur kann­að og stað­fest, at kostn­að­ar­støð­ið er svim­l­andi høgt, men kann man gera nakað pol­it­iskt við hetta, sum fær nógv fólk at velja Føroyar frá? Og í staðin fyri at ringja eftir Kaj Leo og Høgna Hoy­dal, tá vit skulu kjakast um rík­is­fel­ags­skap­in, hví so ikki ringja til Rolf Guttesen og Ronn­ie Thomassen, sum hava nøk­ur greið sjónarmið, men sum vit ikki hava hoyrt tús­und ferð­ir fyrr? Hetta er ikki ein ein­­tátt­að­­ur kri­­tikk­­ur mót­veg­is val­evn­u­num. Vit skulu bara hava eitt fjøl­broytt­ari kjak við fleiri rødd­um, sigur Heini í Skor­ini.
Sam­bært fyr­i­reik­ar­anum, so er mot­i­va­ti­ónin at fáa fleiri kom­p­e­tent fólk at lut­­taka. At geva fólki høv­­ið til at hoyra onnur enn bara pol­i­tik­ar­ar. Og at kval­i­fi­se­ra kjak­ið um nakr­ar grund­leggj­andi stríðs­spur­n­ing­ar í før­oysk­um pol­i­tikki. Vón­andi fáa pol­i­tik­ar­ar­nir okk­urt at hugsa um. Og vón­andi verður hetta ikki tað sein­asta tiltakið av sínum slagi.