Tað er einki óvanlig í, at føroyski veljarin verður undirdíktur í vallýsingum í vikunum upp til eitt løgtingsval. Til fólkatingsvalið gekk tað tó nakrir dagar áðrenn tær fyrstu lýsingar vórðu at síggja á netinum.
Men, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevði ikki meira enn útskrivað nýval fyrr í dag, fyrr enn tey fær fyrstu vallýsingarnar vórðu at síggja á føroyskum miðlum.
Tað er Javnaðarflokkurin, ið er fyrstu á avtrekkjaranum í ársins valstríði. Flokkurin hevur stórar lýsingar á fleiri føroyskum netmiðlum í dag, nú stríðst verður fyri at sleppa aftur í Tinganes.
Ólavsøka er í dag, so formansumfarið í sjónvarpinum verður ikki fyrr enn í morgin, men longu klokkan sjey í kvøld kunnu veljarar vænta fyrsta valfundin. Tað er tá árliga fólkafundurin í Doktaragrund verður, ið Unga Tjóðveldi skipar fyri.
Hóast tað er vanligt, at valevnir ikki mynda fundin, ið skal samla føroysku tjóðskaparrørsluna, so eru tað so at siga einans valevnir, ið sleppa framat røðarapallinum í kvøld. Røðararnir eru øll valevnir, so væntast kann, at fólkafundurin verður umbroyttur til eitt valfund í kvøld.