Valúrslitið í Teilandi dregur út

Tveir flokkar í Teilandi stríðast um stjórnarvaldið eftir tjóðartingsvalið sunnudagin

Fyribils úrslitið vísir, at eingin flokkurin vann meiriluta í tjóðartinginum.

Tí stendur stríðið millum teir prohernaðarligu, konservativa flokkan Palang Pracharat og Pheu Thai Party (Flokkurin teilendinga), sum eru stjórnargrundarlag hjá forsætisráðharranum Thaksin Shinawatra, sum í dag er í útlegd.

Eftir at 94 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, hevur Palang Pracharat í móti tí, sum øll høvdu væntað, tryggjað sær 7,6 milliónir atkvður. Á øðrum plássi er Pheu Thai Party við 7,2 milliónum.

Teilendska valnevndin, sum er útnevnd at hernaðarjuntaini, hevur higartil almannakunnjgørt úrslitini frá 350 valstøðum.

Endaliga valúrslitið væntast ikki fyrr enn fríggjadagin, tí trupulleikar eru við at telja upp.

/ritzau/