Van Dijk á hædd við Messi og Ronaldo

UEFA ársins spælari: Virgil van Dijk er á listsanum saman við Lionel Messi og Cristiano Ronaldo

UEFA hevur í dag kunngjørt topp trý listan fyri ársins spælara hjá evropesisku fótbóltssamgonguni. Sum ikki eina ferð eru Lionel Messi og Cristiano Ronaldo á listanum. Hesa ferð saman við verjuspælaranum hjá Liverpool, Virgil van Dijk.

Vinnarin verður kunngjørdur, tá lutakastið til bólkaspælið í Champions league verður 29. august í Monako. UEFA hevur kunngjørt hvussu restin av topp tíggju listanum sær út:

Restin av topp 10: 

4 Alisson Becker (Liverpool & Brasil) – 57 points

5 Sadio Mané (Liverpool & Senegal) – 51 points

6 Mohamed Salah (Liverpool & Egyptaland) – 49 points

7 Eden Hazard (Chelsea/Real Madrid & Belgia) – 38 points

8= Matthijs de Ligt (Ajax/Juventus & Holland) – 27 points

8= Frenkie de Jong (Ajax/Barcelona & Holland) – 27 points

10 Raheem Sterling (Manchester City & England) – 12 points