Týska blaðið Kicker sigur seg hava fingið at vita frá góðum keldum, at venjarin hjá Bayern München, Louis van Gaal, fekk sekkin í gjárkvøldið. Sum skilst tók leiðslab avgerðina, eftir at Bayern bara megnaði javnleik 1-1 ímóti Nürnberg.
Tann 59 ára gamli niðurlendingurin kom til týska stórfelagið í 2009, og hann hevur sáttmála við felagið til 2012. Herfyri samdust partarnir tó um at enda samstarvið í summar, men eru tíðindini í Kicker álítandi, verður tað eitt sindur fyrr enn ætlað. Fyribils tekur hjálparvenjarin, Andries Jonker, við.
Seinasta kappingarár eydnaðist ta van Gaal og Bayern at vinna týska meistaraheitið og steypakappingina, og harafturat var liðið í finaluni í Champions League.
Men í hesum kappingarárinum hevur tað gingið lla. Bayern er í løtuni á fjórða plássi í Bundesliga-kappingini og 14 stig aftan fyri oddaliðið, Borussia Dortmund.