Vance: USA fer heim uttan avtalu við Iran

Amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, sigur á tíðindafundi, at Iran ikki hevur góðtikið amerikanskar treytir.

J.D. Vance sigur, at tað stóra stríðsmálið í samráðingunum í Islamabad er, at Iran skal binda seg til ikki at arbeiða fyri at fáa kjarnorkuvápn nú og í framtíðini. - Mynd: Pool/Reuters

Amerikanska sendinevndin fer úr høvuðsstaðnum í Pakistan, Islamabad, uttan avtalu við Iran.

 

Tað segði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sambært tíðindastovuni Reuters á einum tíðindafundi, sum varð hildin umleið klokkan sjey sunnumorgunin lokala tíð.

 

Vance, sum stóð á odda fyri amerikansku sendinevndini, sigur, at Iran góðtók ikki amerikansku treytirnar.

 

– Vit kundu ikki koma til eina støðu, har iranar vildu góðtaka okkara treytir, sigur J.D. Vance sambært bretska miðlinum BBC.

 

Varaforsetin sigur, at samráðingarnar vardu í 21 tímar.

 

Vance sigur, at stóri knasturin hjá USA er iranska kjarnorkuætlanin.

 

– Vit vilja síggja eina greiða raðfesting frá Iran um, at Iran ikki fer at fáa sær kjarnorkuvápn, og at tey ikki fara at arbeiða fyri at fáa tól, sum gera, at tey skjótt kunnu menna kjarnorkuvápn, sigur Vance.

 

Iranska stjórnin hevur hildið fast um, at hon ikki vil menna kjarnorkuvápn, men at kjarnorkuætlanin hjá landinum hevur sivil endamál.

 

J.D. Vance sigur á tíðindafundinum í Islamabad, at USA vil hava Iran at binda seg langt fram í tíðina fyri ikki at fáa kjarnorkuvápn.

 

– Tann einfaldi spurningurin fyri okkum er, um vit síggja ein grundleggjandi vilja og raðfesting frá iranum um ikki at menna kjarnorkuvápn. Ikki bara nú, ikki bara um tvey ár, men í longdini. Tað hava vit ikki sæð enn, sigur hann.

 

Varaforsetin leggur afturat, at USA hevur givið iransku sendinevndini tað, sum hann lýsir sum eitt endaligt tilboð.

 

– Vit mugu síggja, um iranar góðtaka tað, sigur Vance sambært BBC.

 

Forsætisráðharrin í Pakistan, Shehbaz Sharif, hevur virkað sum meklari millum báðar partarnar. Í sambandi við, at vápnahvíldin varð kunngjørd, bjóðaði hann Iran og USA til friðarsamráðingar í Islamabad.

 

– At samráðingarnar endaðu soleiðis, kemst ikki av pakistanurum, sum gjørdu eitt fantastiskt arbeiði, sigur Vance.

 

 

 

/Ritzau/

 

J.D. Vance sigur, at tað stóra stríðsmálið í samráðingunum í Islamabad er, at Iran skal binda seg til ikki at arbeiða fyri at fáa kjarnorkuvápn nú og í framtíðini. - Mynd: Pool/Reuters