Pauli Poulsen hevur lítlan hug at taka nakran burturúr.
- Vit ræðast ikki at spenna álopsbogan. Vit royna at spæla við hugflogi, og ætlanin er altíð at fáa fleiri upplagdar málmøguleikar. Klæmint A. Olsen og Christian Høgni Jacobsen hava tikið av flestu møguleikunum higartil. Tað er ikki av tilvild at teir hava skotið nógv mál, tí vit skapa fleiri møguleikar. Tað er umráðandi, men tað er sum eitt fótbóltslið, at vit vinna dystirnar, sigur hann.
Úrtøkan hevur verið góð higartil. Næsta vikuskiftið fæst at vita, um NSÍ, B36 ella Víkingur hevur verið besta liðið tann fyrsta triðingin av landskappingini. Tá resta 18 landskappingardystir í. Pauli Poulsen kann vera fegin um úrtøkuna higartil. Tapið fyri Víkingi í Sarpugerði, og javnleikur móti EB/Streymi við Margáir og á heimavølli móti ÍF, eru einastu landskappingardystirnir, sum NSÍ ikki hevur vunnið.
Ein av fremstu orsøkunum til góðu gongdina er, at mótstøðuliðini hava ikki megnað at sett fót fyri framrættaðu hóttanunum, sum Pauli Poulsen hevur í spælarahópinum. Teir mest eyðsýndu eru Christian Høgni Jacobsen, sum hevur staðfest sítt virði sum einstaklingur, og Klæmint A. Olsen, sum hevur víst máltev.
Bukaðu B71
Tað var í seinna umfarinum á Sandi í gjár, at NSÍ skrædlaði sandoyingar. Úrslitið var 6-1. Tað tóktist ikki darva runavíkingar stórvegis, at Ebbe Kristin Thomsen brádliga javnaði fyri heimaliðið, fáar minuttir eftir steðgin. Gestirnir svaraðu aftur við at skjóta fimm mál og vinna somuleiðis vinna stórsigur.
Pauli Poulsen bar ongantíð ótta fyri, at B71 fór at fáa stig.
- Tá vóru bara fimm minuttir spældi av seinna hálvleiki. Vit høvdu framvegis rúma tíð at fáa mál. Vit vóru omaná í fyrra hálvleiki, hóast teir bitu frá sær í løtum. Spælararnir høvdu fríar teymar at spæla, og tað eydnaðist at skjóta heili fimm mál, sigur Pauli Poulsen.
Klæmint A. Olsen og Christian Høgni Jacobsen vóru millum málskjúttarnar í seinna hálvleiki.
B36 vitjar
Fótbóltsvøllurin við Løkin verður karmur um oddadyst næsta vikuskiftið. Tá vitjar B36, sum hevur verið fyrimyndarliga væl skipað í verjuspælinum higartil. Spurningurin er, hvussu Mikkjal Thomassen, John Petersen og árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum fer at verja fyri Christian Høgni Jacobsen, sum kann fáa nógv burtur úr ongum.
Pauli Poulsen vil ikki siga stórvegis um ta næstu uppgávuna.
- Tað er ein annar dystur, sum vit skulu vinna. Næstu dagarnar fara vit at fyrireika okkum til tann dystin, sigur Pauli Poulsen.
Tað verður í øllum førum ein avbjóðing hjá B36 at steðga teimum spælarunum, sum hava skotið flest mál í føroysku landskappingini higartil.