Vandi er fyri at hetta verður vanlig sjón kring landið

Løgtingsmaður vil nú hava landsstýrið at reagera

Gjaldsportrið, sum tað illa gitna gjaldsportrið í Saksun, kann skjótt verða vanlig sjón kring alt landið. Tað heldur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tískil vil hann eisini hava Landsstýrið at taka eina greiða støðu til, hvussu hesi viðurskiftini við rættindunum hjá fólki at fara í hagan, skulu skipast.

 

Kemur landsstýrið ikki skjótt við eini niðurstøðu, um, hvussu viðurskiftini við gongd í haga, missur landsstýrið møguleikan at krevja um at privatu gjaldsportrini í náttúruni, verða tikin niður, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at avleiðingin kann verða, at fleiri privat gjaldsportur verða sett upp. 

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at í 2019 varð eitt gjaldsportur sett upp í Saksun, sum kravdi pengar frá fólki sum vildu sleppa oman í Lógv. Landsstýrismaðurin á økinum, Helgi Abrahamsen, hevur áður sagt, at fólk skulu hava rætt til at faa í hagan og njóta náttúruna, uttan at tað skal kosta nakað.

 

– Kortini stendur gjaldsportrið í Saksun framvegis, staðfestir Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at vandi er fyri, at tað dregur so nógv út at taka eina avgerð, at gjaldsportrið vinnur hevd, soleiðis at aðrir bøndur og festarar fáa sama rætt at seta gjaldsportur upp. Sostatt missir almenni mynduleikin møguleikan at seta krøv, sigur Aksel V. Johannesen. Hann sigur, at nú fer hann at seta landsstýrismanninum nakrar fyrispurningar um málið.

 

Sjálvur heldur Aksel V. Johannesen, at tað eigur at verða ein rættur hjá øllum føroyingum at sleppa í hagan undir skipaðum viðurskiftum.

 

– Politiska skipanin hevur í fleiri ár arbeitt við at finna eina loysn á málinum og nú ferðavinnan fer at taka seg upp aftur, eftir at koronufaróttin hevur lagt seg, er neyðugt, at ein loysn er funnin, sigur Aksel V. Johannesen. Myndin er av Facebook hjá Kristinu Háfoss, sum eisini hevur verið í Saksun.